Føroyskt

Morgun 
Eftir Martin Joensen 
 
1. Greið væl frá innihaldinum í hvørjum ørindi.  
2. Er yrkingin episk ella lyrisk? Er nakað rím? 
3. Hvat heldur "eg-persónurin" um lívið og heimin? Hvørjar ávaringar og hvørji góð ráð gevur "eg" tí nýfødda? Hvønn "arv" fær tann nýføddi? Hvørji "amboð" hevur tann nýføddi at hjálpa sær í lívinum? 
4. 3. og 7. ørindi er eins. Hví halda tit, at hann leggur dent á júst hatta ørindi? 
5. Hvussu skal barnið fáa tann neyðuga førning at klára seg í lívinum? Kann skúlin geva barninum nakað? T.d. lata heimin upp við at hjálpa barninum at finna sín sess, styrkja viljan, birta vónina og lýsa vegin fram á mál? Kann skúlagongdin styrkja ábyrgdarkensluna, so hon ikki einans er ein tung byrða, sum øll noyðast at bera? 
6. Hvør er høvuðsboðskapurin í yrkingini? 
 

1. stílur - latast inn 21. september 2023