Skúlasøga

Skúlasøga

Árni Winther Arkitektar hava teknað Skúlan við Løgmannabreyt, ið er eitt nýbrot í føroyskari skúlabygging. Stórur dentur er lagdur á, at byggiháttur, innrætting, litir, ljós og myndlist skapa eitt kveikjandi læruumhvørvi við áherðslu á uppliving og sjálvvirkni.

Í skúlanum eru allir nútímans hentleikar, so til ber at hava fjølbroytt undirvísingarvirksemi, ið er lagað eftir tørvi og fortreytum næminganna.

Listamaðurin Edward Fuglø (1965) hevur prýtt miðhøllina í skúlanum. Listaverkið er myndrond, sum lýsir eina søgu um næming, ið fer út í stóru verð at søkja sær kunnleika og eydnu.

Hetta er søga um tað góða, sum sigrar á tí ónda, og um næming, ið lurtar, sær og lærir at týða tekin. Hetta er eisini søga um tann, sum hevur áræði og mót, og sum fer gjøgnum eld og vatn at náa sínum málum.

1. august 2006 loysti borgarstjórin, Heðin Mortensen, fyrsta flagið fyri nýggja skúlanum, og tvey ár seinni, í august 2008, var fyrsta byggistig liðugt. Tá fóru 115 næmingar í fyrsta undirvísingarparti í skúla og í frítíðarskúla.

Skúlin við Løgmannabreyt er 2-sporaður skúli. 430 næmingar í níggju árgangum ganga í skúlanum. Lærararnir eru 40 umframt stuðlar og onnur starvsfólk.

Eisini er frítíðarskúli til 1., 2. og 3. flokk knýttur at skúlanum. Har arbeiða tólv námsfrøðingar og hjálparfólk.

Víddin á skúlanum er 6.200 m². Økið uttanum er 15.000 m².