Vit hava avgjørt at útferðin hjá 3.fl í ár verður í Kaldbak. Dato ikki sett á enn, tí vit bíða eftir góða veðrinum :) Tit fáa tó kunning um dagin longu nú, so tit skjótt kunnu gera børnini klár at leypa avstað, tá ið veðrið verður gott.
Vit møta øll í skúla kl 08:00 og taka bussin til Kaldbaks kl 08:45. Vit eru aftur i Hoydølum kl 14:43, so tit kunnu heinta børnini í busssteðgistaðnum við Mannbrekku tá.
At hava við:
Skiftiklæði
Handklæði
Stóran, góðan matpakka
Vatndunk
Okkurt lekkurt - tó við máta.
Kasper er en lille hund. Den bor i en stor have. Men en dag løber den ud af haven og hen ad vejen. Og så kommer den til en sø.
Hey tit :)
So er aftur tíð til viðtalur. Viðtalurnar vera týsdagin 17. mars og mikudagin 18. mars. Hesa ferð ætla vit tó ikki at innkalla øll. Vit senda sms til teirra, ið vit ynskja at síggja til viðtalu, men hava tit tørv á at sleppa at tosa við okkum, eru tit vælkomin til tað. Sendið okkum so eini boð hesa vikuna, so geva vit tykkum eina tíð.
Toymið :)
Sum vanligt er, er tað 3. flokkur, sum skal lesa jólaevangeliið til jólahaldið. Vit fara komandi dagarnar at geva næmingunum setningarnar, ið teir skulu lesa. Tað er umráðandi, at børnini venja hesar setningar væl heima, so tey kenna seg trygg, tá ið tey skulu lesa framman fyri nógvum fólkum. Tá ið jólahaldið nærkast, fara vit at venja santa lucia og jólaevangeliið saman við næmingunum.
Øll fingu møguleika at lesa til jólahaldið, men tey, sum hava bjóðað seg fram eru: Freya Elena, Marin, Jóas, Sarita Maria, Lý, Ester L. William André, Anna Sára, Luna, Helena, Bóas, Inger Paulina, Lilja Ró, Brandur.
Vinarliga tosið við børnini um, at mann ikki kann leypa frá. Um mann hevur meldað seg til, er tilmeldingin bindandi, tí tey fáa øll hvørt sítt stykki, sum tey skulu venja og lesa.
Góðu tit,
Í samband við Umhvørvisvikuna 2025, bjóðar Margarinfabrikkin 1. til 4. flokki í skúlunum, á umhvørvisveiðu í døgunum 5. til 9. mai. Evnini í ár eru, burðardygg menning, góð heilsa og vælferð, burðardyggir býir og bygdir, og ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla.
Børnini fara at vitja ymiskar postar niðri í Havnini, sum viðgera evnini. Høvi verður at práta um evnið, og at svara ymiskum spurningum.
Túrurin tekur uml. ein og ein hálvan tíma. Minnist til at vera ílatin eftir veðrinum.