Missur hjá tí einstaka
Tá næmingur missir foreldur ella systkin
- Flokslærarin kunnar leiðslu og lærarar um tilburðin
- Flaggið verður vundið á hálva stong, og umboð frá sorgarbólkinum kunnar allar flokkarnar
- Flokslærarin/toymið kunnar flokkin og foreldur um tilburðin (t.d. foreldraumboðini)
- Vera inni í flokkinum, t.d. kann prestur vera hjástaddur
- Næmingar og lærari skriva eitt kort í felag, fyrst upp á talvuna, síðani skrivar ein næmingur kortið og øll skriva sítt navn undir (sí Sorgarbókina) Lærarin skipar fyri hesum
- Flokslærarin kunnar foreldur/avvarðandi og næmingar, at vit tosa um andlátið í tímanum (avmystifisera)
- Um systkin eru í øðrum flokkum, verður sama mannagongd fylgd í øllum avvarðandi flokkum
- Lærarar fara heim til familjuna við blómum og korti, sum næmingarnir hava skrivað og geva tilsøgn um hjálp, t.d. til jarðarferðina. Somuleiðis greiða teir frá, at skúlin skipar fyri/hevur havt minningarløtu
- Læraratoymið og foreldraumboðini skipa fyri, at flokkurin fer til jarðarferðina saman við foreldrunum
- Flokkurin fær frí tann dagin jarðarferðin er
- Flokkurin sendir blómur ella krans
- Fyrsta morgunsangin aftaná kann minningarløta vera
- Vera um næmingin ta fyrstu tíðina aftaná (uml. 1 ár). Flokslærari ella annar lærari, sum hevur og kennir næmingin, eigur av og á at taka eitt prát við hann, tá ið tað hóskar seg
- Minnast ársdagin og møguliga vitja gravstaðin tann dagin
- Leiðslan sendir eitt blómutyssi heim til næmingin tann fyrsta ársdagin
Tá foreldur/systkin hjá næmingi verða rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku
- Flokslærari ella annar, sum næmingurin ella foreldrini føla seg knýtt at, kunnar allar lærararnar, sum hava flokkin, um støðuna
- Hevur næmingurin systkin í skúlanum, tosa allir lærararnir saman um støðuna
- Tað er av stórum týdningi, at eisini hinir næmingarnar í flokkinum fáa at vita, hvat er hent, og eisini foreldrini. Hesa uppgávuna skal flokslærarin taka sær av.
- Eisini má flokslærarin gera hinum næmingunum greitt, at viðkomandi næmingur, sum hevur sjúk foreldur ella systkin, kann hava ógvuliga skiftandi sinnalag/atburð
- Kunna næmingarnar um sjúkuna við at greiða teimum frá øðrum líknandi tilburðum, brúka ymiskt tilfar í undirvísingini, sum hóskar til akkurát henda tilburðin. Lærarin kann kunna seg hjá bókavørðinum um tilfar