Samrøðubólkar
Hjúnaðarskilnaður er ein av teimum avbjóðingunum, ið nógvar familjur møta í dag. Alt fleiri børn í Føroyum uppliva, at mamman og pápin fara hvør frá øðrum, áðrenn tey eru 18 ár. Familjubrotið førir fyri tey flestu nógvar tankar og eina stóra sorg við sær. Óansæð um hjúnaðarskilnaðurin hevur verið lagaligur ella merktur av stríði, vísir tað seg, at børnini ganga runt við nógvum ósvaraðum spurningum, ið tey høvdu havt gleði av at práta um í einum tryggum og óheftum umhvørvi.
Skúlin við Løgmannabreyt hevur tískil valt at skipa fyri samrøðubólkum fyri børn, hvørs foreldur eru farin frá hvør øðrum.
Samrøðubólkurin er ætlaður at vera eitt fyribyrgjandi tilboð, har børnini fáa møguleikan at seta orð á tankar og kenslur viðvíkjandi skilnaðinum við javngomul, ið eru í somu støðu. Talan er sostatt ikki um terapi, men heldur at geva børnunum møguleikan at seta lívsumstøður teirra í eitt størri høpi og geva teimum ítøkilig amboð at handfara sínar kenslur og hugsanir. Royndir vísa, at børn læra sera nógv av at spegla sær í javngomlum.
Samrøðubólkurin er eitt stað, har tey fáa høvi at hitta onnur, ið hava upplivað nakað líknandi, og kann hetta geva teimum eina kenslu av, at tey ikki eru ‘einsamøll’, ‘skeiv’ ella ‘løgin’.
Tað er tagnaðarskylda í bólkinum. Tað vil siga, at bólkaleiðararnir ikki bera persónligar upplýsingar víðari til onnur, hvørki til skúlaleiðslu ella foreldur. Næmingarnir fara heldur ikki víðari við tí, ið sagt verður í bólkinum.
Samrøðubólkurin hittist eftir skúlatíð eina ferð um vikuna í 8 vikur, 1½ tíma hvørja ferð í hølinum hjá heilsufrøðinginum.
Tilboðið um luttøku í samrøðubólkinum fevnir um øll børn í ávísu flokkunum, hvørs foreldur eru farin frá hvør øðrum, og er sostatt ikki treytað av, um skilnaðurin fór fram fyri stuttari tíð síðani ella fyri mongum árum síðani.
Kunnað verður um, hvør fær tilboðið hesa ferð við skúlaárs byrjan.
Heilsufrøðingurin (Kala Rajani) og AKT – lærarin (Sigrid Thomassen) standa fyri bólkinum. Tær hava báðar verið í Danmark, har tær hava tikið eina útbúgving á “Center for Familieudvikling” í at hava samrøðubólkar.