Boðklivi

Broyting í lærarahópinum

Sum fleiri vita, er Tonnie farin og í hennara stað er Mirjam Símunardóttir Davidsen komin at undirvísa í føroyskum saman við Guðrun. 

Um tit skulu hava fatur á lærarum, í samband við sjúku ella annað, kunnu tit kontakta Guðruna (tlf. 280348) ella Ásu (tlf. 280319).

15/6 - 2023

Góðu foreldur!

Næmingarnir hava í dag fingið bøkur heim við, ið tey eru liðug við ella sum tey skulu gera lidnar, áðrenn tey byrja í 2. flokki. 

Næmingarnir hava eisini fingið myndir oa. við heim, ið tey hava gjørt. 

Lesing í summarfrítíðini:

Tað er av sera stórum týdningi, at allir næmingarnir lesa í summarfrítíðini, so tey ikki bakka ov langt aftur í lesimenningini. 

Allir næmingarnir hava fingið 5-10 bøkur heim við. Tað er umráðandi, at tað eru tit, ið stýra, nær hvør bók verður lisin. Tey skulu ikki vera í gongd við fleiri enn tvær bøkur í senn. Tey skifta bók, tá ið tey duga væl at lesa hana.

Tey, ið hava krabbabøkur lesa eftir listanum í lesimappuni. Tey skulu ikki víðari til næstu bók fyrr enn tey bæði duga væl at lesa bókina + at uppgávurnar eru gjørdar. 

Tað er ikki eitt krav, at allar bøkurnar skulu vera lisnar í summarfrítíðini, men ynskiligt er, at tey lesa minst 5 dagar um vikuna. 

Vinaliga 

Toymið

6/6 - 2023

Góðu foreldur!

Týsdagin 13. juni møta næmingarnir á keiini kl. 7.30. Vit sigla til Nólsoyar kl.7.45. Vit ætla at ganga túr, heilsa uppá lamuna, eta uppi í skúlanum, keypa okkurt leskiligt í handlinum, spæla og møguliga at vassa :D

Vit sigla heim aftur kl.13. Í Havn um kl.13.30. Vit koyra síðani við bussinum niðan til frítíðarskúlan. Um onkur ynskir at heinta barn sítt á keiini, eru tit vælkomin til tað.

Næmingarnir mugu vera ílatnir eftir veðrinum.

At hava við:

- Ryggsekk við lítla og stóra matpakkanum og onkrum at drekka.

- 20kr

- Lítið handklæði (at turka føturnar, um tey fara at vassa)

Vinaliga

Toymið 

Góðu foreldur!

Nú vit hava ein tilburð av lús í flokkinum, er umráðandi, at ØLL kemba barni sínum. Sigið okkum endiliga frá, um fleiri tilburðir eru. 

Vinaliga lesið kunningina á heimasíðuni hjá Gigni, ið leinkja er til niðanfyri:

https://www.gigni.fo/skulaborn/umfarssjukur/lus/

Vinaliga

Toymið 

Góðu foreldur :)

Foreldratoymið skipar fyri eini floksveitslu týsdagin 21. mars kl. 17-19. Børnini møta í 1. flokki. Vit eta nátturða saman og spæla spøl :) Kunnu tit vinarliga geva børnunum 100 kr við í skúla, har flokslærarnir taka ímóti teimum? Leypur peningur av, so verður tað brúkt til næsta tiltak :)

Vh Berit, Bjarma, Elin og Petra

10/2 - 2023

Góðu foreldur!

Vinabólkar 

Vit hava nú gjørt vinabólkar. Tit síggja yvirlitið undir 'Ymiskt'. Kunning um endamálið og týdningin av vinabólkum, umframt innihaldið, síggja tit niðanfyri :)

Stutt um foreldrafundin hjá SSP

Vit ynskja fyrst at takka fyri góða uppmøting! 

Frá lærarunum:

Minnist til at hyggja í vikuætlanina hvønn dag! - Umráðandi er, at tað verður lisið hvønn dag heima, eisini í vikuskiftunum og í feriunum. Tað er somuleiðis umráðandi, at tað verður skrivað í lesikortið, so vit vita, tá vit hoyra tey lesa, um hetta er við venjing heima ella uttan. Hyggið regluliga í pennahúsið, at alt er sum tað skal. Øll skulu hava saks og límstift.

Frá SSP:

Tað er umráðandi at virða aldursmørkini á spølum og síðum. Spøl har til ber at samskifta yvir netið hava hægri aldursmark. Tað er møguligt hjá vaksnum at koma í samband við børn tykkara ígjøgnum 'chat funktiónina' í hesum spølum. 

SOSIALUR MIÐIL ALDURSMARK

Facebook, Twitter, Snapchat, Instagram og Google Plus, TikTok – 13 ár

WhatsApp – 16 ár

Youtube – 18 ár

YouTube – við loyvi frá foreldrum 13 ár

YouTube kids – 7 ár

Tað eru 36% av næmingunum í 1. flokki í SVL, ið hava eina snildfon við internetið. Tað er sostatt møguligt at halda aftur hjá teimum, ið enn ikki hava - trýstið gerst størri, tá ið fleiri enn helvtin hava snildfon. Viðmælt verður at útseta sum longst og at børnini ikki hava SnapChat, Tiktok oa. ið tey ikki hava aldur til.

Frá Fólkaheilsuráðnum:

Børn og snildfon

Hevur barnið egna snildfon, gerst truplari hjá foreldrum at fylgja við í tí, barnið ger á netinum, og hvussu nógv barnið brúkar snildfonina. Best er at bíða sum longst við at lata barnið fáa eina snildfon við netsambandi, í minsta lagi til barnið er 14 ár.

Tá barnið hevur eina snildfon, verður viðmælt at seta mørk fyri, hvussu nógva tíð barnið nýtir á snildfonini, og hvar og hvat snildfonin verður nýtt til. Hav greiðar reglur um innihald, og hvørji spøl og hvørjar sosialar miðlar, síður og appir, barnið kann brúka.

 Skíggjaráð

Viðmæld tíðarnýtsla (8-10 ár):  45 til 60 minuttir

• Virð aldursmørkini á spølum, filmum o.s.fr.

• Vegleið og vís barninum á hóskandi barnavinarligt tilfar, síður og spøl

• Fá televeitaran at hjálpa tær at kota miðilin, so barnið bert sleppur á avtalaðu síðurnar/spølini

• Eggja barninum at støðga á, tá ið tað hevur brúkt talgildar miðlar í 30 minuttir. Set klokkuna, ger okkurt saman við barninum, ella lat barnið finna uppá, tá ið klokkan ringir

• Práta um skíggjanýtslu við foreldur at børnum, sum barnið spælir við og ger møguliga avtalur um skíggjanýtslu hjá børnunum

• Barnið skal ikki nýta skíggja 1) áðrenn tað fer í skúla 2) tá ið tit gera skúlating 3) 1-2 tímar fyri songartíð

Góðu foreldur!

31. jan. kl. 17 verður felagsforeldrafundur, ið SSP skipar fyri. (sí niðanfyri) Evnið er: At knýta bond og skýggjanýtsla. Ynskiligt er at bæði foreldur eru við til fundin, um tað ber til. Vinaliga gevið boð til kontakspersónin hjá barni tykkara, um tit koma ella ikki. 

Lærararnir eru við til fundin og hava orðið fyrstu 15 minuttirnar :) 

Vh

Toymið

At hava við til jólahaldið

Nátturðakvøld fyri familjuna mikukvøldið 5.okt. kl.17 :)

Fundarfrásøgn - vinaliga lesið :)

2/9 - 2022

Góðu foreldur!

Vit vilja nú bjóða tykkum til fyrsta foreldrafundin :) Tað er nógv at kunna um nú at byrja við og vilja vit tí staðiliga heita á tykkum øll um at koma. Best er um bæði foreldur koma, men í øllum førum annað av foreldrunum :)

Fundurin verður í flokshølinum mikukvøldið 7. sept. kl. 19.00 - 20.30.

Skrá:

________________________________________

Skúlastjórin bjóðar vælkomin

Heimasíðan (vikuætlanin, boðklivin, ymiskt)

Lærugreinarnar 

Lesing (Mariann Øster: Leiðarin á førleikastovuni)

Tryggleiki (tryggar rammur)

Trivnaður (tímarnir, fríkorter, føðingardagar, spælibólkar, osfr.) 

Samstarv 

Foreldraráð

_______________________________________________

 Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

19/8 - 2022

Góðu foreldur!

Skúladagurin

Vit møta í morgin kl.8 :)

Næmingarnir skulu hava roknibókina og firvaldsbókina við. Harumframt skulu næmingarnir hvønn dag hava tveir matpakkar við. Ein lítlan til kl.9.15 og ein stóran til kl.11.15.

Fríkorterið er kl. 9.30 - 9.50. Vit eru so at siga altíð úti í fríkorterinum. Tað er tí umráðandi, at næmingarnir hava klæðir við, ið kunnu halda tey turr og heit :) Umráðandi er eisini at hava eyka klæðir við.

Klokkan 11.20 kemur frítíðarskúlin inn at taka yvir. Børnini eru tá í gongd við at eta stóra matpakkan. Tá ið tey eru liðug at eta, fara tey inn í frítíðarskúlan. 

Kontaktlærarar

Vit eru 3 flokslærarar: Guðrun Jacobsen (280348), Sigrid av Reyni Thomassen (280315) og Ása í Jákupsstovu (280319)

Guðrun er kontaktlærarari hjá grøna bólki, Sigrid hjá reyða bólki og Ása hjá bláa bólki. (Sí bólkarnir undir 'Ymiskt') Fram til 5. september kunnu foreldrini at børnum í grøna bólki venda sær til Sigrid. Tit eru altíð vælkomin at ringja ella skriva, um okkurt er. :)

Sendið vinaliga eini sms-boð, um barn tykkara ikki kemur í skúla vegna sjúku ella annað. 

Næmingarnir kunnu hava telefon við, men hon skal liggja sløkt í taskuni. Vit ringja til tykkara, um nakað er áfatt :) 

Vinaliga 

Toymið