Orðblindakanning
Næmingar í 3. flokki kannast fyri orðblindi.
Í viku 38 og 39 verða allir næmingar í 3. flokki kannaðir fyri orðblindi(DVO- sreening).
Kanningin fer fram á tann hátt, at næmingarnir skulu skriva 25 tvætliorð, sum lærarin lesur upp fyri teimum. Næmingarnir, sum so ella so víkja frá norminum, skulu síðan til nærri kanningar. Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við orðblindalærara skúlans Eydnu Vitalis á telefon 280343.
12.09.2023