Kunning í sambandi við lesing
Í dag hava allir næmingar fingið eina lesibók og eitt lesikort heim við.
Lesibók:
Mælt verður til, at barnið lesur heima 10 minuttir um dagin í lesibókini, sum tey hava heim við. Í dag hava allir næmingarnir fingið somu bók, men hetta verður ikki framyvir, tí hvør næmingur fer at lesa sum einstaklingur.
Um barnið ivast í orðunum, so skulu tit spyrja, hvussu bókstavurin ljóðar og ikki, hvussu hann eitur. Tað ger lesingina lættari. Tað er gott at lesa hvørja opnu 3 ferðir.
Vit miða ímóti, at næmingarnir lesa minst 2 ferðir um vikuna í skúlanum fyri okkum. Um tykkara barn, hevur havt eina bók leingi av onkrari orsøk, er tað umráðandi, at tit siga okkum frá, so barnið kann fáa eina nýggja bók. Tey skulu lesa somu bók í minst lagi 3 ferðir, um mett verður, at tey megna at lesa hana, fær tað eina nýggja bók. Bókin verður ongantíð lisin ov ofta.
Lesikortið:
Tað hevur stóran týdning, at tað, sum barnið lesur heima og í skúlannum verður skrivað í lesikortið, so vit (lærara og foreldur) vita, hvat barnið hevur lisið. Dømi: Súlubók S.4-8 2 ferð.
Sum tíðin líður kann tað koma fyri, at næmingurin fær skúlating skrivka í lesikortið, um tað er okkurt vit meta, at næmingurin skal venja. Tað telur, so við í teir 10 minuttirnir teir skulu lesa heima.
Lesikortið SKAL altíð liggja í bókini.
7. september 2021