1. Lýs ommusystrina gjøgnum Óla.
2. Hvørji støð eru í søguni?
3. Hvat merkir tað at ræðast onkran sum pestina?
4. Hvussu kennir Óli seg, tá ið tey nærkast Havnini?
5. Hvussu var ommusystirin øðrvísi nú, tá Óli kom í føðingardag hjá henni?
1. Lýs ommusystrina gjøgnum Óla.
2. Hvørji støð eru í søguni?
3. Hvat merkir tað at ræðast onkran sum pestina?
4. Hvussu kennir Óli seg, tá ið tey nærkast Havnini?
5. Hvussu var ommusystirin øðrvísi nú, tá Óli kom í føðingardag hjá henni?
Flóvin Bænadiktsson
1. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína,
Marita snúðist av høllini út
við fylgismoyggjar sínar.
-Lati meg sova á tínum armi
ríka jomfrúa.
2. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar tólv.
3. Marita snúðist av høllini út
við fylgismoyggjar sínar,
møtti henni Flóvin Bænadiktsson
undir so grønar líðar.
4. Tað var Flóvin Bænadiktsson
hann tók hana í sín favn:
“Gud fyriláti tær, søtan mín,
tú lovaðist øðrum manni!”
5. “Faðir og móðir meg burt góvu,
so mínir frændur fleiri,
tá kom sorgin í mítt bróst
og ikki gleðin meiri.
6. Faðir og móðir meg burt góvu,
so mínir frændur flestu,
tá kom sorgin í mítt bróst,
og ikki mín gleðin besta.”
7. “Hoyr tú, frúgvin Marita,
lætta av angist og trega!
eg skal sláa Hermann íhel
og draga so av landi med teg!
8. Hoyr tú, frúgvin Marita,
er tað við tín vilja?
eg skal sláa Hermann íhel
og teg frá honum skilja.”l
9. “Hoyr tað, Flóvin Bænadiktsson,
tað er ikki við mín vilja!
tann sami Gud, oss saman kom,
hann kann oss best atskilja.”
10. Marita snúðist haðan burt
í tí sama orði,
hon kom ikki fyrr til hallar heim,
enn Hermann sat yvir borði.
11. “Hoyr tú, frúgvin Marita,
hví hava tíni eygu so runnið?
Tú hevur verið við kirkju í dag,
og Flóvan hevur tú funnið.”
12. “Eg var meg við kirkju í dag,
men Flóvan ikki fann,
har misti eg mínar gullringar burt
og so mítt reyðargullband.
13. Hoyr tað, harra Hermann,
hvat eg beri fyri brósti:
vegin er mín sæli faðir,
forðum drongur treystur.”
14. “Hoyr tú, frúgvin Marita,
lætta av angist og trega!
eg skal ríða á markir út
hans banamann at vega.”
15. Tann fyrsta píl, í skóginum var skotin,
hon var gjørd av stál,
hon fleyg fyri harra Hermanns bróst,
hon stansaði hans mál.
1. Nykurin letur sær klæði skera,
Harra mín
tí hann vildi ein riddari vera.
Um summarið, har allir fuglar syngja væl.
2. Nykurin gongur í kirkjuna inn,
prestar hildu messur fimm.
3. Nykurin gongur á kirkjugólv,
prestar hildu messur tólv.
4. Elsa lítla smílir undir lín:
“Krist gevi, tann riddari hann var mín!”
5. Han trådte over skamler en og to:
“Else lille, giv mig tro!
6. Else lille, troloves mig!
otte borger giver jeg dig.”
7. Else lille rækker hånden fra sig:
“jeg giver dig tro og følger dig.”
8. Der de komme i rosenslund,
da lyster Else lille at hvile en stund.
9. “Hør du, ridder, hvad jeg spør dig:
hvor ere de borge, du lovede mig?”
10. “Eitt er í vatni, annað er í sjógv,
fært tú meg, tá hevir tú nógv.”
11. Elsa lítla lítur seg upp í fjøll:
“eg meini, tú ert eitt nykartrøll.”
12. Nykurin leyp í vatnið út; –
eftir stóð Elsa lítla við sorg og sút.
13. Nykurin leyp í vatnið kátur,
hálvur maður og hálvur bátur.
14. Skundaði hon so snarliga heim,
hon takkaði Gudi, hon fekk ikki mein.
Kunning í sambandi við lesing
Í dag hava allir næmingar fingið eina lesibók heim við. Lesikortið fáa tey í vikuni.
Lesibók:
Mælt verður til, at barnið lesur heima 10 minuttir um dagin í lesibókini, sum tey hava heim við. Í dag hava allir næmingarnir fingið somu bók, men hetta verður ikki framyvir, tí hvør næmingur fer at lesa sum einstaklingur.
Um barnið ivast í orðunum, so skulu tit spyrja, hvussu bókstavurin ljóðar og ikki, hvussu hann eitur. Tað ger lesingina lættari.
Vit miða ímóti, at næmingarnir lesa minst 2 ferðir um vikuna í skúlanum fyri okkum. Um tykkara barn, hevur havt eina bók leingi av onkrari orsøk, er tað umráðandi, at tit siga okkum frá, so barnið kann fáa eina nýggja bók. Tey skulu lesa somu bók í minst lagi 3 ferðir, um mett verður, at tey megna at lesa hana, fær tað eina nýggja bók.
Lesikortið:
Tað hevur stóran týdning, at tað, sum barnið lesur heima og í skúlannum verður skrivað í lesikortið, so vit (lærara og foreldur) vita, hvat barnið hevur lisið. Dømi: Súlubók S.4-8 2 ferð.
Sum tíðin líður kann tað koma fyri, at næmingurin fær skúlating skrivka í lesikortið, um tað er okkurt vit meta, at næmingurin skal venja. Tað telur, so við í teir 10 minuttirnir teir skulu lesa heima.
Lesikortið SKAL altíð liggja í bókini.
M7. september 2018