Rógva við teinæringinum Royður
Komandi mikudagar og fram til summarfrítíðina er møguligt at fara at rógva við teinæringinum Royður. Tað ber til at hava einar 24 næmingar í bátinum í senn. Vit hava gjørt avtalu við roynt fólk at rógva við okkum. So eisini lærarar, sum ikki eru so kendir við bát kunnu vera við. Í kalendaranum niðanfyri sæst, nær báturin er tøkur.
Bílegging verður gjørd við at senda teldupost til roydurroydur@gmail.com
(Til ber eisini at gera avtalu um at rógva aðrar dagar)