Heimkunnleiki

Heimkunnleiki

Dámar tær væl at matgerða ella brellast tú eftir at læra, hvussu ein rokast og hevur tað stuttligt í einum køki? Um hetta hevur tín áhuga, so skalt tú heilt avgjørt velja heimkunnleika sum vallærugrein.

Innihaldið í heimkunnleika er ástøðiligt og verkligt

Ástøði:

Læran um bakteriur og reinføri, skrivaðar og óskrivaðar reglur í einum køki, er sjálvandi ein partur av øllum verkligum arbeiði.

Somuleiðis er umráðandi, at frálæra verður givin í vørukunnleika, føðslulæru, heilsutilráðingar og at læra at lesa uppskriftir á ymiskum málum og mátum.

Verkligt arbeiði:

Her er umráðandi, at einstaki næmingurin nemur sær vitan innan steiking, kóking, baking, javning og innkeyp v.m.

 

Arbeitt verður sambært førleikamálunum til 6.-10. flokk í galdandi námsætlan..

Somuleiðis er frálæra um heilsugóðan mat, matmentanin í dag og fylgirnar v.m.

 

Vit síggjast í skúlakøkinum