SkúlaFM
Endamál
Endamálið við vallærugreinini er at geva tær, sum hevur hug at gera hugskot til veruleika, innlit, læring og avbjóðingar.
Hevur tú hug at kanna og royna ymisk arbeiði og møguliga finna útav, hvat tú kundi hugsað tær at arbeitt við í framtíðini? Ella møguliga kundi tú hugsað tær at arbeitt sjálvstøðugt – ja, kanska hugsar tú um at stovna tína egnu fyritøku? So er vallærugreinin SkúlaFM nakað fyri teg.
Innihald
Við støði í tykkum sjálvum og føroyska vinnulívinum arbeiða tit við verkætlanum, sum gera tykkum sjálvstøðug og ábyrgdarfull. Verkætlanirnar eru ógvuliga líkar teim í veruliga vinnulívinum.
Um tú ynskir at arbeiða við egnum hugskoti og at menna tína egnu fyritøku, so er møguleiki til tað einsæris ella saman við øðrum og at luttaka í SkúlaFM, sum er ein kapping fyri skúlanæmingar í íverksetan.
Um tú velur vallærugreinina SkúlaFM, fært tú m.a. at vita um:
- Tínar styrkir og áhugamál
- Ymisk yrki og útbúgvingar
- Arbeiðslív
- Hvussu tú stovnar tína egnu fyritøku
- Vinnulívið
- Samskifti við viðskiftafólk og samstarvsfólk
- Kundarøkt
- Marknaðarføring/sølulýsing
Lærari: Guðný, tlf. 280314