At lesa fyri og við børnum
At duga at lesa er ein ómetaliga týdningarmikil førningur hjá okkum menniskjum. Ikki bara tí vit skulu klára okkum væl í skúlanum, men tí at lesing letur upp dyr til ein heim av vitan, ið mennir okkum sum menniskju. Astrid Lindgrein sigur tað so væl:
Ein barndómur uttan bøkur er eingin barndómur. Uttan bøkur fært tú ikki lut í gandakenda heimin, har mann finnur ta sjáldsamastu gleðina.
Tá tosað verður um lesing, tosar mann um at lesa tekniskt og at skilja tað, mann lesur. Flest fólk læra hampuliga skjótt at lesa tekniskt, tað vil siga at síggja, at stavirnir m-ú-s mynda orðið mús. Truplari er at skilja tey orðini, mann lesur. Tað krevur fyri tað fyrsta, at mann lesur í eini ávísari ferð, sum er nóg skjót til, at mann ikki gloymir tað, mann hevur lisið frammanundan. Men harumframt krevur tað eisini bindindi, hugsavning, hugdýping, minni og evnini at ímynda sær ymiskt. Kannningar vísa, at børn í Føroyum duga at lesa tekniskt, men hava ilt við at skilja tað, tey lesa. Sum dømi kann nevnast, um tú skuldi lisið eina franska bók. Tú kanst lesa orðini, men veitst ikki, hvat tey merkja. Og so tímir tú ikki at halda á fram at lesa. Tað sama ger seg galdandi hjá børnum, og endar tíverri ofta við, at børn gevast heilt at lesa. Kanningar vísa nevniliga, at føroysk børn gevast at lesa áðrenn børn í grannalondunum.
Ynskir tú sum foreldur at hjálpa barninum at skilja tað, tað lesur, kanst tú lesa upp fyri barninum. Tá lærir barnið at lurta, at ímynda sær og økir um orðamongdina og hevur sostatt lættari við at skilja, tá tað sjálvt skal lesa. Upplagt er at velja eina bók, sum fangar barnið onkursvegna. Dámar barninum stuttligar bøkur, eru bøkurnar um Herviliga Henry góðar. Søgurnar hjá Jo Nesbø um Proktor doktara, og Salmiak og Tzatsiki hjá Moni Nilsson eru eisini skemtiligar og viðgera sera áhugaverd evni. Dámar barninum spenningssøgur eru fleiri sera góðar bøkur: Kalt blóð, Loyndarmálið í Angkor og bøkurnar um Lassa og Maju fyri at nevna nakrar. Er tað fantasy, sum dregur, eru Harry Potter bøkurnar frálíkar, men eisini røðin um Dóttir Skammarans er spennandi lesnaður.
Gjøgnum bøkur ber til at práta um evni, sum kunnu órógva barnið. Hevur barnið trupulleikar at fáa vinir, kanst tú við at lesa eina bók um evnið flyta fokus frá barninum og yvir á onnur. Á tann hátt, kennist tað lættari hjá barninum at práta um, tí tað sjálvt ikki er í miðdeplinum.
Hóast børn hava lært at lesa, er tað gott, um foreldur framhaldandi lesa fyri børnum. Hetta kann vera við til at eggja teimum til sjálvi at vilja lesa. Tá tú lesur saman við barninum, eru tit eisini felags um eina hugnaliga løtu merkta av nærveru og felagsskapi.
Góðan lesihug