Reglur fyri næmingaráð
Grein 1
Skúlin við Løgmannabreyt (SVL) hevur 3 ráð við næmingum, ið bera navnið “Næmingaráð SVL”, við ískoytunum innskúlingin, miðdeild og framhaldsdeild, og sum hava heimstað í SVL í Hoyvík.
Grein 2
Endamálið við næmingaráðnum í innskúlingini er at læra næmingarnar grundleggjandi reglur í fólkaræðnum og fyrireika teir at gerast virknar í einum møguligum næmingaráði, tá teir verða eldri.
Teir skulu læra at velja floksfelaga at umboða tey. Umboðini læra at fundast og at leggja fram fyri floksfeløgum aftur, hvat fundurin er komin fram til.
Endamálið við næmingaráðnum í 4., 5. og 6. flokki er tað sama sum í innskúlingini.
Í hesum aldursbólki læra næmingarnir eisini at skriva skrá, fundarfrágreiðing og møgulig mál at senda til umboðini.
Endamálið við næmingaráðnum í 7., 8. og 9. flokki er at læra næmingarnir at virka í fólkaræðnum.
Gjøgnum ráðið fáa næmingarnir møguleika at hava ávirkan á egnan skúla og læruumstøður.
Grein 3
Valbari og valrætt til næmingaráð SVL hava:
1. Næmingaráð SVL - innskúling – næmingar í 1., 2. og 3. flokki.
2. Næmingaráð SVL - miðdeild – næmingar í 4., 5. og 6. flokki.
3. Næmingaráð SVL - framhaldsdeild – næmingar í 7., 8. og 9. flokki.
Grein 4
Hvørt næmingaráð hevur tveir limir (gentu/drong) og tveir varalimir (gentu/drong) fyri hvønn flokk.
Grein 5
Flokkarnir velja til næmingaráðini árliga við skúlaársbyrjan, ella tá teirra umboð í næmingaráðnum ikki longur er næmingur í flokkinum.
Valdagurin skal verða fráboðaður í minsta lagi eina viku frammanundan.
Grein 6
Ein lærari verður settur at hava ábyrgd fyri hvørt næmingaráð.
Ábyrgdarlærarin leiðbeinir og tryggjar góðan fundarsið og gott arbeiðslag
Grein 7
Næmingaráðsformaðurin og næstformaðurin kunnu í ávísum málum umboða næmingaráðið á námsfrøðiligum fundi og á skúlastýrisfundi.
Grein 8
Næmingaráðið skipar seg sambært viðtøkum, sum verða ásettar á fyrsta fundi.