Føroyskt

Spurningar til søguna Lærarin

Rannvá kap 6 spurningar 
Hví eru Anna og Frú Smith bangnar fyri kommandantinum, tá hann kemur aftur úr Danmark? (s. 81) 
 
Greið frá setninginum: “Hann átti ikki tað vápnið at stríðast við, sum góð samvitska er” (s.82) 
 
Hví er kommandanturin øvundsjúkur inn á fátækramannin, sum gongur framvið? (s.83) 
 
Hvussu verður Tórur móttikin av Frú Smith? (s.83) 
 
Hvat er tað Tórur vil tosa við kommandantin um? (s.84) 
 
Hví vil kommandanturin, at Tórur skal siga “De” og ikki “tú” við seg? (s.85) 
 
Hvat ger kommandanturin, tá Tórur er farin avstað? (s.87) 
 
Greið frá hesum orðum? 
 
Skýggja 
 
Reystmenni 
 
vesalavætti 

Rannvá spurningar kap 5 s. 72-80 
 
Hvat síggja móðir og dóttir, tá tær fara út á skansan? (s. 72-73) 
 
Hvat sigur Ragnar við Onnu, tá hon kemur at vitja? (s. 74) 
 
Hvat svarar Ragnar, tá frú Smith spyr eftir foreldrum hansara? (s. 75) 
 
Hvat segði abbin, tá Ragnar fortaldi honum, at hann hevði kjósað sær vív? (s. 77-78) 
 
Hvønn er tað abbin tosar um fyri seg sjálvan? (s. 79) 
 
Hví settist Tórur aftur, tá hann ætlaði sær til Havnar? (s. 80) 
 
Hvat merkir: 
 
Rómastampur? 
 
Prúður?  
 
At kjósa sær vív? 
 
Frændi? 
 
Hugtikin? 
 
Gluggi? 
 
Seigliga? 
 
Stynjandi? 
 
Á bríkini við grúgvuna? 

Spurningar til kap. 6, Brennivargurin

Fyrisøgn, fríggjadagin 20. jan. 2023

Fyrisøgn til 30. september 2022

Kunning um føroyskt

tilfar og undirvísing

Í føroyskum arbeiða vit í NEM í triðja og NEM mál í triðja. NEM er ein samanrenning millum    munnligt og skrivligt arbeiði, og vit koma víða um í tekstsløgum og huglagi. 
Onkrar uppgávur leggja dent á at læra ymisk yrkishugtøk í lærugreinini, aðrar leggja dent á tað skapandi bæði innan munnliga og skrivliga frásøgn, meðan uppaftur aðrar geva næmingunum grundleggjandi kt-førleikar.
Vit hava eina lesiløtu 4 dagar um vikuna. Tá verður lisið við næmingunum og tey lesa eisini sjálvi. Næmingarnir loysa eisini krabbauppgávur (uppgávur til bøkurnar sum tey lesa) ella gera bókaummæli.
Vit hava eisini firvaldsbøkur, sum næmingarnir kunnu arbeiða í tá tey eru liðug við eitthvørt. 

Vit skriva út á vikuætlanina hvørjum vit arbeiða við. Um tað er okkurt sum tey ikki blíva liðug við í skúlanum, mugu tey gera tað liðugt heima til næsta dag. 

 

Fyrisøgn 3 í NEM - mál í triðja


Eg eiti Lív. Eg eri 9 ár og gangi í triðja flokki. Mær dámar sera væl at dansa

og sparka bólt. Beiggi mín tímir als ikki at sparka,men hann tímir at svimja.

Hann svimur ofta til kappingar, og tað er hann stoltur av. Hann hevur vunnið

nógv heiðursmerki. Onkuntíð vinna vit, tá ið vit spæla fyst, men vit hava

ongantíð vunnið FM.

Fyrisøgn 4 í NEM - mál í triðja


Her standa eini lítil hús. Hvør man búgva her?

Eg veit, at ein gamal maður býr her, men eg veit ikki, hvussu hann eitur.

Eg veit heldur ikki, hvat hann ger.

Hvat man hann gera?

Hvussu sær hann út, og hvørjum klæðum er hann vanliga í?

Hvar man hann vera?

Hvønn sært tú har?