Alis- og evnafrøði
Nú, tá ið foreldur og næmingar skulu velja valfak, kundi man fyrst spurgt, hví alis- og evnafrøði er eitt valfak? Í Danmark er alis- og evnafrøði kravt fak í fólkaskúlanum við próvtøku á hvørjum ári. Og í 2018 kom út Regeringens Nationale Naturvidenskabsstrategi, sum skal stuðla undir, at fleiri skulu fáa áhuga fyri náttúrufakunum og velja náttúrufakligar útbúgvingar. Men um vit í Føroyum hyggja aftur í tíðina, heilt aftur til 1968, so síggja vit, at einki er broytt á hesum økinum síðan tá, tí tá kom út “Leiðbeinandi lesiætlanir og krøv fyri 8. og 9. flokkarnar í Føroyum” har tað stóð, at “Teir næmingar, ið hvørki hug ella evni hava til at ogna sær kunnleika í natúrlæru, eiga at kunna sleppa undan hesi lærugrein”. Tá bleiv ikki roknað við, at øll hildu fram við útbúgving aftaná fólkaskúlan, sum man ger í dag. Men um tey ætlaðu sær á miðnámsskúla, máttu tey eisini tá hava alis- og evnafrøði.
Men nógv er broytt síðani tá, og nú verður roknað við, at øll halda fram við útbúgving aftaná fólkaskúlan. Og alis- og evnafrøði er eitt krav til tær náttúrufakligu útbúgvingarnar á miðnámsskúlunum. Alis- og evnafrøði er sostatt lykilin til eitt stórt útbúgvingarøki, men er samstundis eisini eitt dannandi fak, sum allir næmingar í fólkaskúlanum eiga at hava, tí tað ger tey betur før fyri skilja og fyrihalda seg til náttúrufakligar spurningar og tøknina, sum er ein inngrógvin partur av samfelagnum, sum tey liva í.
Samleikin
Alisfrøði og evnafrøði eru tvær sjálvstøðugar lærugreinar, sum í fólkaskúlanum eru lagdar saman, tí tær erunær skyldar. Seinni koma lærugreinarnar at vera hvør sær.
Alisfrøði kann heilt stutt sigast at vera læran um minstu byggisteinarnar, sum heimurin er bygdur upp av, og læran um kreftirnar, sum virka í heiminum, og hvussu hesar kreftir virka saman og skapa ymisk fenomen.
Evnafrøði kann heilt stutt sigast at vera læran um, hvussu evnini, sum heimurin er bygdur upp av, kunnu reagera og binda seg til hvørt annað.
Endamálið við lærugreinini
Í PISA frágreiðingini frá 2015 stendur at:
Nógvar av náttúruvísindaligu námsætlanunum í skúlum kring heimin eru grundaðar á ta hugsjón, at meginendamálið við at undirvísa í náttúruvísindaligum evnum er at tilbúgva eitt komandi ættarlið av náttúruvísindafólkum heldur enn at hugsa um skúlaskap sum ein útbúgving til at vera borgari.
Fyri at røkka báðum hesum endamálunum, at útbúgva náttúruvísindafólk og at búgva fólk til at vera borgarar, verður nú lagdur dentur á broyttar undirvísingarhættir, har rannsakandi kanningar eru týðandi partur av undirvísingini í náttúruvísindum.
Ætlanin við broyttu undirvísingarháttunum og tilhoyrandi námsætlanunum er at útbúgva øll ungfólk at gerast vitandi, kritiskir brúkarar av náttúruvísindaligum kunnleika.
Tí kunnu vit eisini lesa í føroysku námsætlanini, at endamálið við lærugreinini millum annað er:
at vekja áhuga og forvitni næmingsins fyri alisfrøði, evnafrøði, náttúruvísindum og tøknifrøði, so at hann fær hug at læra meira
at næmingurin ognar sær førleikar til sjálvur at kanna og fáa skil á ymiskum alis-og evnafrøðiligum fyribrigdum og at kenna gleðina við tí
at næmingurin kann uppliva og síggja, at nógvir spurningar í alis- og evnafrøði kunnu verða kannaðir og lýstir, ofta við einføldum verkligum royndum
at næmingurin sær, at náttúruvísindi og tøknifrøði eru partar av mentan og fatan okkara av heiminum
Innihaldið í 7. flokki:
Ljós og ljóð
Kraft og tyngdarkraft
El-læra
Trýst og lufttrýst
Fasubroytingar hjá vatni
Grundevni og evnasambond
Innihaldið í 8. flokki:
Metal
Elektrisk løðing
Grundevnaskipanin
Sýrur, basur og sølt
Elektromagnetsima
Elektronikkur
Varmalæra
Fram ímóti summarinum plaga vit at hava eina verkætlanarkenda bólkaroynd í evnafrøði
Innihaldið í 9. flokki:
Aldur, elektro-magnetiskar aldur og ljós
Evnafrøði, har vit nú skulu læra at finna ávísar jonir í løgum við ávísum kanningarhættum
Katalysatorar
Emulgatorar
Induktión
Transformatión
Atomkjarnukreftir, geisling, ljós og litir.