Inngangur
Børn skulu og eiga ikki at vera einsamøll tá ið sjúka, vanlukka ella deyði rakar.
Vit eru ikki altíð harrar yvir, hvat ið hendir, men vit hava ávirkan á, hvussu vit á bestan hátt koma ígjøgnum trupulleikarnar.
Við umsorganar- og tilbúgvingarætlanini vilja vit sum skúli vera við til at hjálpa og stuðla næmingum okkara, um so er, at sjúka, vanlukka ella deyði rakar tey.
Vit vilja minka um árinið og betra um lívsgóðskuna hjá næmingunum.
Umsorganar- og tilbúgvingarætlanin skal nágreiniliga vísa, hvussu vit gera, tá sjúka, vanlukka ella deyði rakar okkum í skúlanum ella ein av okkara nærmastu.
Umsorganar- og tilbúgvingarætlanin er ætlað at vera eitt amboð at nýta, um onkur av okkum ella okkara verður raktur av sorg. Harumframt skal hon eisini gera okkum lærarar og starvsfólk tilvitað um leiklutin, sum vit hava í arbeiði okkara, tá ið tað snýr seg um at hjálpa næmingunum, ið vit hava ábyrgd av.
Vit, sum dagliga hava við børn og ung at gera, vita, at tey knýta seg tætt at teimum vaksnu, sum eru um tey í gerandisdegnum.
Í dag er tað mangan so, at næmingar knýta seg sera tætt at okkum lærarum og starvsfólki í skúlanum. Vit fáa at vita um tær stóru hendingar, sum næmingurin hevur verið fyri, og fáa høvi at taka lut í gleði og sorg teirra.
Tað er lætt, tá ið tað snýr seg um gleðiligar tilburðir í lívi næminganna, men torførari, tá ið tað snýr seg um sorg og syrgiligar tilburðir, sum summir næmingar tíverri ikki sleppa undan.
Tað er uppi í tíðini at seta orð á øll fyribrigdi, sum henda í lívsins viðurskiftum. Tað, sum fyrr var friðhalgað at tala um og tagt burtur, elvdi mangan til sálarliga innilokan, einsemi og døpurhuga, sum so aftur elvdi til forðingar fyri menning og læring.
Vónandi kann henda umsorganar- og tilbúgvingarætlan lætta um truplu støðuna, vit kunnu koma í, tá ið sorg og saknur rakar.