Fundafrásøgn frá foreldrafundi 31/8
Hvat skal í taskuna?
Minnist til at hjálpa barninum at pakka taskuna. Bøkur skulu við aftur í skúla. Syrg fyri at blýantur, viskileður o.a. liggur í pennahúsinum. Bøkur, ið hava fingið klisturmerki eru lidnar, og skulu ikki við aftur í skúla. Skúlataskan kann blíva tung, um nógv óneyðugt liggur í henni.
Føðingardagsgávur
Vit halda fram við, at øll hava eina føðingardagsgávu við fyri 100kr. Dreingir keypa til dreingir, og gentur keypa til gentur.
Føðingardagar
Reyð+gul og blá+grøn halda føðingadag saman. Ella bjóðar næmingurin øllum gentum ella øllum dreingjum í føðingardag.
Vinarflokkar
6. flokkur er vinarflokkum hjá okkum. Vit gera ymisk tiltøk saman 2-3 ferðir um árið.
Spælibólkar
Yvirlitið liggur í boðklivanum. Raðfylgjan er eitt uppskot. Tað ber til at býta um við onkran annan í sama bólki. Um tað ikki liggur fyri at hava spælibólk, gev so tí næsta boð, so tað ikki steðgar upp. Tosað var um, at foreldur geva boð, um ikki ber til at støkka inn á gólvið.
Sjúkradagar
Vinarliga gevið okkum boð, um barnið er sjúkt.
Tiltøk á skúlanum
Eftir ætlan vera fleiri tiltøk vera í skúlanum hetta skúlaárið. Børn hjálpa børnum verður 26. november kl. 15.00-17.00 og jólahaldið verður 16. desember kl. 16.00.
SSP-fundur "At knýta bond"
Venda manglandi undirtøku, bleiv fundurin avlýstur í fjør. Fundur verður seinni í heyst og vónandi verður undirtøkan góð og øll børnini umboðað.
Foreldraráðið 2021-2022
Katrin (Magnus)
Anna Petra (Magna og Mattias)
Anna Marita (Hanus)
Jóhanna (Lilja)
Christina (Rannvá og Rúna)
Poula (Jóhannes)
________________________________________________________________________________________________