Spælibólkar

Spælibólkar
Í Skúlanum við Løgmannabreyt leggja vit stóran dent á, at næmingarnir skulu trívast í skúlanum, vitandi, at hetta er ein fortreyt fyri, at næmingarnir læra. Sum liður í at skapa trivnað og samstundis at fyribyrgja happing, hava vit valt at skipa fyri spælibólkum*) í 1. – 6. flokki. 

Endamálið við at hava spælibólkar er, at næmingarnir skulu læra hvør annan betur at kenna, og vera saman við næmingum, ið tey ikki vanligani eru saman við. Tað vísir seg eisini at vera fyribyrgjandi ímóti happing, at børn vitja heimið og møta foreldrunum hjá hvør øðrum.

Tað eru 4–7 næmingar í hvørjum spælibólki og bólkarnir hittast umleið eina ferð um mánaðin, alt eftir hvussu stórur hvør bólkur er. Spælibólkarnir byrja eftir summarfrítíðina, og nýggir bólkar verða gjørdir eftir jólafrítíðina.

Ætlanin er ikki, at spælibólkurin skal vera eitt stórt tiltak, har skipað verður fyri bowling, bio, hestaríðing o.ø. :)

Heldur skulu vit miða eftir, at næmingarnir uppliva ein vanligan dag heima hjá hvør øðrum við hugnaligari samveru. Hvussu hetta verður gjørt er upp til hvørja einstøka familju - um næmingarnir verða við til døgurðan hjá familjuni, ella um tey hittast tíðliga og fara heim áðrenn døgurðatíð, og møguliga fáa ein drekkamunn. Tað er somuleiðis upp til familjuna, um tey spæla borðspøl, baka, hoppa í trampolin ella hvat tey nú kunnu finna uppá.

Telefonir, telduspøl og skermar sum heild skulu ikki vera partur av spælibólkinum. Umráðandi er, at foreldrini eru heima, og eru við til at gera dagin góðan og hugnaligan fyri bólkin. 

Foreldrini at næmingunum samskifta um, nær best liggur fyri at hava bólkin. Um ikki liggur fyri hjá einari familju at hava bólkin í eitt tíðarskeið, er umráðandi, at hesi geva boðini víðari til tann næsta í røðini, so bólkurin ikki steðgar upp. Flokslærararnir spyrja inn til spælibólkarnar við regluligum millumbili fyri at stuðla undir, at hetta ikki hendir.

Tá børnini verða heintað, er tað gott, um foreldrini koma inn á gólvið til ein stuttan drekkamunn. At foreldrini í einum flokki kennast, er sera gott fyri flokkin, eisini tá ið næmingarnir koma upp í teir eldru flokkarnar.

*) Í summum skúlum verða "spælibólkar" nevndir "vinabólkar". Ongantíð betur um næmingarnir gerast vinir av átakinum. Men vinalag er grundleggjandi nakað, sum kemur innanifrá og ikki nakað, sum uttan viðari kann setast í verk av einar yvirskipaðiri skipan, sum hesari. Í SVL hava vit valt at  nýti orðið "spælibólkur".