Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Alis/evnafrøði

Alisfrøði og evnafrøði

Kap 7. "Jonir í tøðum":

 

Nú spírar kornið í akrinum     (31. mai 2023)

 

Reaktión millum sýru og metal

2  HCl  +  Mg  —>   H2 +  MgCl2

Talvur frá tímunum

-

Náttúra og tøkni

Teinaringurin:

8. mai. Vit vóru ein túr niđri á Tinganesi og fangađu ein krabba. Vit brúktu toskarhøvd sum agn og høvdu væntađ at fangað fleiri. Kanska vit burdu sett eina rúsu av onkrari kei eisini.

1. mai og fyrstu mýrusóljirnar eru komnir upp:

Model av sólskipanini viđ planetunum í rættari rađfylgju og í røttum støddarlutfalli:

Model av sólskipanini viđ planetunum í rættari rađfylgju, viđ mánanum um jørđina, og viđ ringunum um gassplanetirnar:

Model av planetunum í rættari stødd og rađfylgju ávegis:

19. sept. 2018

Í dag fóru vit fóru ein túr oman á Boðanes at fanga kombikk og marflugur. Og tá vit gingu fram við studentaskúlanum funnu næmingarnir ein deyðan fugl. Fuglurin hevur allarhelst flogið inn í ein rút og er deyður av løstunum.

Vit royndu at gita, hvat hetta var fyri ein fuglur og aftaná at hava hugt at ymiskum fuglamyndum er einki at ivast í, at fuglurin er ein músabróðir. 

Seinni gjørdu vit eina roynd at fanga krabbar niðri á Tinganesi, men vit funnu bert ein evarska lítlan deyðan krabba. Vit ætla okkum at royna at seta eina rúsu (krabbafellu) onkrastaðni í fjøðruni ella av onkrari kei. 

5. sept. 2018

Tað regnaði, so vit høvdu kemi í køkinum í dag. Hetta er uppskriftin til eksperimentið, sum vit øll gjørdu, sjálvtum bólkarnir fingu sera ymisk úrslit :)

Vónandi verður turt og stilt komandi viku, so vit kunnu fara undir okkara fjøru-akvarium :)