1. Hvat fyri tekstaslag er hetta?
2. Hvar gongur søgnin fyri seg?
3. Hvat hendir trettandu nátt?
4. Hvat ger mikladalsdrongurin?
5. Hvussu fær kópakonan hamin aftur?
6. Heldur tú, at tey eru eydnusom sum hjún? - grundgev fyri svarinum.
7. Greið frá dreyminum?
8. Hvussu gekst tá mikladalsmenn fóru at sláa kóp?
9. Greið frá hvussu kópakonan hevndi seg?
Hjálp til at halda býanti rætt
https://docs.google.com/document/d/1eUQxAPtixwD3riFCHdxEEOoZRrjIXlyy55u66oAsG8I/edit
Eg eiti Janus og búgvi í Klaksvík. Eg eigi eina kettu, sum eitur Kiskan. Hon
er so fitt, og eg eri ógvuliga góður við hana. Eg ansi altíð væl eftir henni, men
ein dagin, tá ið eg kom úr skúla, var eingin ketta inni hjá okkum. Eg rópti, men
eingin ketta kom ímóti mær.
Eg ætlaði mær júst at fara at leita, tá ið mamma kom inn. Hon segði mær, at
Jóhan hevði koyrt á kettuna. Pápi var farin til djóralækna við henni. Mamma
segði, at eg ikki skuldi vera keddur, tí kettan hevði ikki fingið stóran skaðar.
epli - vetur - hosa - blátt - mús - summar - ketta - grátt
jakki - vár - hundur - egg - húgva - reytt - heyst - banan
troyggja - ross - grønt - kjøt - dýr - litir - árstíðir - klæði
matur
Mamma hevur keypt eina vakra lagkøku, og systir mín hevur prýtt hana við níggju
ljósum.
Vit hava keypt eina rúgvu av ballónum at geva børnunum.
Fyrst fara vit at spæla eitt spæl, sum systir mín hevur lært meg. Tað er eitt stak
stuttligt spæl, sum eg giti, øll fara at tíma. So fara vit at eta, og aftaná fara vit at
renna eftir postum úti. Eg havi sjálvt gjørt postarenningina.
Ádrenn børnini fara til hús, fáa vit pitsu.
Eg fari upp í songina at balla meg.
Mamma er ill við meg, tí eg akti ikki.
Mín hálsketa er úr silvuri, men tín er úr gull.
Vit spældu hondbólt fyri fullari høll í gjár.
Kettan hja okkum er nokk so vill. Hon spælir alla tíðina.
Hallur er ein raskur drongur.
Øll fara út at spæla í dag.
Eitt orðatak sogur: "Ull er Føroya gull".
Vasin stendur á ovastu hill.
Her standa eini lítil hús. Hvør man búgva her?
Eg veit, at ein gamal maður býr her, men eg veit ikki, hvussu hann eitur.
Eg veit heldur ikki, hvat hann ger.
Hvat man hann gera?
Hvussu sær hann út, og hvørjum klæðum er hann vanliga í?
Hvar man hann vera?
Hvønn sært tú har?
Eg eiti Lív. Eg eri 9 ár og gangi í triðja flokki. Mær dámar sera væl at dansa
og sparka bólt. Beiggi mín tímir als ikki at sparka,men hann tímir at svimja.
Hann svimur ofta til kappingar, og tað er hann stoltur av. Hann hevur vunnið
nógv heiðursmerki. Onkuntíð vinna vit, tá ið vit spæla fyst, men vit hava
ongantíð vunnið FM.
Lea er ein rættiliga gløgg genta. Henni dámar væl at spæla fótbólt og telva.
Seinasta leygardag vann hon eina talvkapping. Tá var hon bæði fegin og errin.
Leu dámar at vinna, men hon tolir eisini at tapa. Ein drongur bleiv so illur,
tá ið hann tapti móti henni, at hann rýmdi.
Leu dámar eisini væl at vitja mostur sína, tí hon eigur so nógv dýr.
Hon eigur eina kettu, ein hund og ein hest.
Eitt stórt vatn er beint oman fyri bygdina, har búgvi eg.
Í gjár var eg á vatninum og róði í mínum gummibáti.
Vinmaður mín var við mær. Vit vóru báðir í mínum báti.
Pápi mín var við okkum, men hann sat bara á landi og hugdi at.
Mamma ætlaði sær við, men so kom abbi og omma at vitja.
Vit hava ein stóran bil, so pápi koyrdi okkum.
Ólavur og Pál hava ein bil. Hann er grønur við gulari last. Teir koyra. Nú stýrir Ólavur, og Pál situr í lastini.
Mamma seymar mær ein fínan búna. Eg skal vera ein gívur. Eg skal eisini hava hatt, kust og eina stóra nøs.
Í dag fara pápi og eg út í Sund at fiska. Mær dámar væl fisk, men ikki livur og rogn. Best dámar mær laks.
Tá Lina er komin út, koma Vár og Jón á sletu. Ansa tær, rópa tey. Men ov seint er. Øll trý enda í eini veit.
Í dag er ísur og gler. Lina fer út at skoyta. Hon letur seg væl í, tí tað er kalt. Nú kavar eisini.
Øll eru byrja at skriva søguna, og fleiri eru um at vera liðug. Tey eru vælkomin at skriva søguna inn á teldu heima og leggja hana inn á niðanfyristandandi leinkju:
er tikin burtur
Vit ætla, at allar søgurnar skulu vera lidnar týsdagin 6. desember.
Freistin er flutt til fríggjadagin 9/12-2016
Nú er regn, og vit sita inni. Lisa og eg sita og binda. Jóna fann eitt talv, so hon og Ró seta seg at telva.
Sára er ill og súr, tí Ró og Vár tíma ikki at spæla við hana. Sára vil spæla Ludo, men tað tíma tær ikki.
Per er farin ein túr. Hann sær ein mása, og hann hoyrir eina pisu láta. Men Per sær ikki pisuna. Hon goymir seg.
Tá Eli fór heim, sá hann eitt so fitt lamb. Tað rann móti Eli, men tá hann kom nær, fór tað til mammu sína.
Lisa hevur ilt í eini tá. Hon var úti við Sáru og Jónu, og tá tær fóru heim, datt hon um ein stein.
Øll skuldu skriva søgurnar inn við teldu í dag á skúlanum, men tað riggaði tíverri ikki heilt, sum vit høvdu ætlað. Tað eru bara 18 næmingar, sum eru byrjaðir at skriva inn.
Alli næmingarnir fingið boð, um taka skriviheftið heim við, sum tey hava skriva søguna í, um so er, at onkur vil skriva heima. Tað eru teir vælkomnir at gera.
Um tit skriva søguna heima, kunnu tit so vinarliga leggja hana inn á niðafyristandandi leinkju:
https://docs.google.com/document/d/1BQoI6evUqyjegkpddz53Sm2CjvssnfN26ZKqL23lgwM/edit
so hava tey møguleika at skriva víðari í skúlanum.
Vit ætla, at allar søgurnar skulu vera lidnar fríggjadagin 30. september.
26.09.2016
Eitt egg
Pól og tey hava fimm hønur og tvær gæs. Tá Pól kom, lá ein høna á. Hon fór av, og tá sá Pól eitt egg.
Másin
Í dag kom ein mási til mín, tá Sira og eg sótu úti. Másin kom so nær, at hann át ein bita frá mær.
Nósin
Tá Óli fór út á nes at fiska, sá hann ein nósa. Nósin lá so dovin í sólini eina løtu, men so fór hann.
Gásin og músin
Jóna sær gásina og músina sóla sær. Gásin fær sær saft, og músin fær sær ost.
Húsini eru blá
Eg sá eina málara mála síni hús. Húsini vóru gul, nú eru tey blá.
Óli og Per
Óli og Per vóru úti.
Men so kom eitt æl, og
tá fóru teir oman til Per.
Óli og Pól. Óli og Pól spæla. Óli hevur ein bát. Pól hevur ein bil.
Ása lesur. Í dag er Ása inni. Hon situr og lesur. Hon lesur um ein fíl.
Bina og Lina. Nú sær sólin. Bina og Lina eru úti. Tær sita og eta ber.
Vit vilja minna á, at í arbeiðsbókunum í føroyskum, skulu næmingarnir ikki gera meiri enn, teir hava fingið boð um.
Fleiri av næmingunum hava fingið bókina "Súlan - arbeiðsbók 2" heim við aftur, tí tað mangla fleiri síður at gerast. Síðurnar eru merktar, sum mangla at gerast. Vit vilja heita á tykkum um at hjálpa barninum at gera síðurnar heima og síðani lata bókina inn aftur.