Flaggdagshald

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 24.04.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í morgun savnaðust næmingar og lærarar til flaggdagshald í námsfrøðiliga deplinum.

Ein hátíðarlig løta, har tónleikalærararnir Oddur, Jóhan og Maria úr musikskúlanum settu sín dám á flaggdagshaldið, tá ið tey við blásiljóðførum framførdu "Sjá tú blánar".

Síðani hildu Jóna og Rannvá, ið báðar ganga í 7.flokki, eina áhugaverda og upplýsandi flaggdagsrøðu.

Flaggdagshaldið endaði við felagssangunum "Sjá tú blánar" og "EM'aranum", har okkara Birgit spældi undir.

Skúlin við Løgmannabreyt ynskir øllum góðan flaggdag.