Altjóða Bókadagur er í dag.
ST-stovnurin Unesco hevur ásett dagin, og dagurin verður brúktur til at gera vart við bøkur og upphavsrættindi.
Bókadagurin verður hildin til minnis um tann navnframa spanska rithøvundan Miguel de Cervantes, sum doyði 23. apríl í 1616. Cervantes skrivaði skaldsøguna”Don Qixote”, ið verður mett at verða fyrsta modernaða skaldsøgan, og hetta hevur verið hátíðarhildið í mong ár.
Vit í Skúlanum við Løgmannabreyt hátíðarhalda eisini altjóða bókadagin. Í dag savnaðust næmingar úr fleiri flokkum til eina felags lesiløtu í námsfrøðiliga deplinum.
Góðan bókadag – og góðan lesihug.