Lesiringur

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 22.04.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

Beint áðrenn páskaferiuna, møttist lesiringurin.

Hesa ferð var tað bókin ”Flytifuglar”, sum Elin á Rógvu hevur skrivað.

Flytifuglar er ein spennandi krimi - ein søga um at vera tilflytari, sum ikki pyntar upp á veruleikan.

Elin á Rógvi hevur vunnið Barna og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri hesa bókina.

Næmingunum dámdu sera væl bókina; teir góvu henni fleiri stjørnur.

Brot úr bókini:
”… eg haldi, tú hevur pissað … blæan følist so heit, tað er kanska tí, tú grenjar so illa. Nú skal eg hjálpa tær. Lítla barnið grætur ikki meira … tað liggur og spraklar á skiftiborðinum. Vildi bara ikki vera í vátari blæu. Men Mai heldur ondini … hon er púra still, men tankarnir bresta sum fýrverk í høvdinum á henni, tí …”

Á sama hátt sum eitt loyndarmál verður avdúkað, tá Mai letur barnið úr blæuni, fingu næmingarnir í lesiringinum hvør sína blæu, ið innihelt eitthvørt loyniligt.