Talvkapping

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 26.03.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

Mánadagin og týsdagin vóru undankappingarnar í suður-vestur økinum, telvaðar í skúlanum.

Báðar dagar vóru sera nógvir næmingar, sum sótu hugagóðir og telvaðu. Mánadagin var kappingin fyri næmingum í 3.-4. flokki og tá sótu 168 næmingar og telvaðu í senn, meðan í gjár var kappingin fyri næmingum í 5.-8. flokki. Tá má tað hava verið Føroya størsta talvkapping, tí tá telvaðu heili 252 næmingar í senn. Afturat hesum, høvdu fleiri lið eyka telvarar á liðnum. So uml. 300 næmingar vóru til talvkapping.

Úrslitini gjørdust hesi:
3.-4. flokkur:
1. Spírin 1 (24 stig)
2. Løgmannabreyt 4 (22,5)
3. Spírin 2 (20) [8 dystarstig]
4. Kollafjørður 1 (20) [7 dystarstig]
5. Spírin 3 (18,5)
6. Hoyvík 2 (18)
7. Sáf 4c (18)
8. Løgmannabreyt 5 (17,5)
9. Løgmannabreyt 1 (16,5)
10. Hoyvík 1 (16)

Í alt 28 lið úr 9 skúlum.


5.-8. flokkur:
1. Sankta Frans 6 (24 stig)
2. Eysturskúlin 1 (22,5)
3. Skúlin á Trøðni (21,5)
4. Kollafjørður 1 (20)
5. Løgmannabreyt 7 (19,5)
6. Løgmannabreyt 5 (19)
7. Sáf 7 (18,5)
8. Hoyvík 2 (18)
9. Kollafjørður 2 (18)
10. Sankta Frans 1 (17,5)

Í alt 42 lið úr 11 skúlum.