Í dag, 21. mars, er altjóða Down Syndrom dagur.
Vanligt er henda dagin at hava ymisk tiltøk, har endamálið er at kunna um og varpa ljós á Downs Syndrom, og tað gjørdu vit sjálvandi eisini í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Nú er tað blivi siðvenja hjá okkum at mála neglirnar bláar 21.mars fyri at stuðla degnum. Næmingarnir gleðast um tað.
Í altjóða høpi er slagsetningurin fyri Down syndrom dagin ‘Leave no one behind’ – ‘Set ongan eftir’. Setningurin tekur støði í verðinsmálunum hjá ST frá 2015, har heitt verður á heimsins tjóðir um at seta greið og burðardygg menningarmál fyri komandi árini, sum skulu vera til gagns fyri bæði menniskju og náttúru, soleiðis at vit øll fáa ein betur heim at liva í. Málini venda sær ímóti teimum avbjóðingum vit standa fyri framman, so sum fátækradømi, diskriminering, dálking, friði og rættvísi – bara fyri at nevna nøkur – og málini eru galdandi fyri okkum øll - eingin skal verða settur eftir!
Fólk við Down Syndromi hava somu dreymar sum tú og eg. Ynskja at vera partur av felagsskapinum, vera við í tí sum fyriferst í samfelagnum, dyrka síni áhugamál, ferðast, fáa eina útbúgving, eitt starv, egið heim, hava vinir, ein maka – ynskja at verða vird, hoyrd, ráða sær sjálvum, og liva eitt gott lív. Tey skulu ikki setast eftir.
Mett verður, at umleið sjey milliónir fólk í heiminum hava Downs Syndrom. Sambært WHO er týttleikin umleið 1/1000. Eingi tøl eru fyri, hvussu nógv fólk við Downs Syndromi eru í Føroyum, men seinastu mongu árini er bara eitt barn føtt í Føroyum um árið. Downs Syndrom stendst av einum eyka kromosomi, yvirhøvur kromosom nr. 21, men við røttum stuðli og útbúgving kunnu fólk við Downs Syndromi hava eitt vanligt gerandislív og góð lívskor sum øll onnur.
Fyri at halda dagin í Skúlanum við Løgmannabreyt høvdu nakrar gentur í 7. flokki innrættað eitt lítið øki í námsfrøðiliga deplinum, har næmingarnir høvdu møguleika at smyrja neglinar við bláum naglalakki, fyri at vísa, at tey stuðla degnum og harvið strika undir, at fólk við Downs Syndromi, eins og øll onnur, eiga rætt til lívið.