Mikudagin 19. mars á miðdegi fór brandalarmurin í skúlanum í gongd. Og tá ið brandalarmur er, verður tilbúgvingarætlanin hjá skúlanum virkin. Henda fevnir m.a. um eina rýmingarætlan, har næmingar og lærarar savnast á Hoyvíksvøllinum.
Tað vísti seg skjótt, at talan var ikki um eld, men at trykkið í sprinklararørunum í skúlanum fall av einihvørjari orsøk. Sum skipanin er, hevur hetta við sær, at brandalarmur fer í gongd.
Sigast má, at henda "ikki-ætlaða" brandvenjing gekk bara væl. Eisini, tá ið tað hendi, at alarmurin fór í gongd aftur, eftir hann var sløktur, tí skipanin helt fram at koma við ávaring vegna væntandi trýst í sprinklararørunum.
Samanumtikið vísti hendingin, at tað ger mun at hava regluligar brandvenjingar, tí lærarar og næmingar vóru bæði tilvitaðir og mentalt fyrireikaðir til støðuna og megnaðu at gera tað, sum gerast skuldi.
Sum skilst verður arbeitt við at fáa ávaringarskipanina at virka soleiðis, at tað sæst, um talan er um vantandi trýst í sprinklararørunum ella ikki.