Lesiringur

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 05.02.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

Týsdagin hittist lesiringurin í 5. flokki.

Bókin, ið skuldi viðgerast, var "Nær lættir dimmið?", ið Margaret Davidson hevur skrivað.

Hóast bókin er gomul, hildu flestu næmingarnir, at hon var góð og fangandi; teir góvu henni fleiri stjørnur.

Eisini royndu næmingarnir seg við "Braille" bókstavaraðnum, umframt at teir eisini skuldu ganga við "blindstavi".