Á okkara skúla eru vit ótrúliga stolt av spæliliðnum – nakrir eldhugaðir næmingar í 7. flokki brúka síni fríkorter til at skipa fyri spæli og felagsskapi fyri næmingum í 1., 2. og 3. flokki.
Spæliliðið hevur nú verið virkið í eitt hálvt ár – og hevur longu sett sín dám á fríkortini bæði úti og inni. Við gleði, ágrýtni og góðum hugskotum skipar spæliliðið fyri rørslu, spølum og samanhaldi, ið bæði gleðir og styrkir yngru næmingarnar her á skúlanum.
Frá januar til mai fer spæliliðið undir seinna partin av sínum arbeiði, og vit gleða okkum at síggja, hvussu tey framhaldandi fara at skapa trivnað og felagsskap.
Sum tøkk fyri teirra stóra arbeiði skipaði SSP-lærarin fyri hugnaløtu í desember, har tey ótu saman á Hamsa. Í mai verður enn ein hugnaløta, hesferð saman við hinum spæliliðunum í Tórshavnar kommunu, har tey fara at eta og bowla. Sum krúnu á verkið fáa næmingarnir eitt prógv fyri teirra íkast, tá ið arbeiðið er liðugt.
Vit eru ómetaliga takksom fyri teirra íkast til trivnaðin á skúlanum og gleðast um at síggja, hvussu hesir næmingar brúka sín tíð og orku til at gera mun fyri onnur.
Hjartans tøkk til okkara spælilið fyri teirra týdningarmikla arbeiði! Tey, ið manna spæliliðið í ár eru:
Áki Krossteig Poulsen
Aleks Mortensen
Amalia Dam Iversen
Ári Jacobsen
Filip av Reyni
Heri Ziskason
Jóna Niclasardóttir Thomsen
Maria Høgnesen
Niklas Brøðraberg
Rakul Frederiksen
Rannvá Heinadóttir
Rebekka Tróndardóttir