Ævintýraferðin

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 16.01.2025

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í morgun vóru Dánjal og Búi frá Ævintýraferðini og vitjaðu okkum. Teir spældu Romeo og Julia og sungu eisini nakrar sangir, sum vit kendu.

Hoyvíkar skúli var eisini komin niðan at hyggja og lurta eftir teimum.

Við støði í leikinum hjá William Shakespeare og við tónlistarligum og leiklistarligum snildni søgdu Dánjal og Búi børnunum frá søguni um Romeo og Juliu. Teir góvu børnunum innlit í tann fantastiska heimin, sum Shakespeare hevur skapað, og sum enn stendur sum ein óvikaligur varði innan alheims skaldskap.
“Romeo og Julia" eftir William Shakespeare er ikki uttan orsøk partur av altjóða mentanar-arvinum. Rørandi søgan um Romeo og Juliu er uttan iva kendasta kærleikssøga nakrantíð. Tvey ung elska hvørt annað, men familjur teirra eru arvafíggindar. Vit fylgja teirra stríði fyri kærleikanum – fult av spentum løtum og stórum kenslum! Sum tá Julia, við sorg í hjartanum, rópar: "Á, Romeo, Romeo, sig, hví ert tú Romeo?" Ein klassisk søga, sum Dánjal og Búi spældu, fekk øll at flenna og liva seg inn í leikin.