Síðani 2013 hevur Skúlin við Løgmannabreyt á hvørjum ári skipað fyri jólasølukafé og stuðulstiltaki við heitinum "Børn hjálpa børnum".
Í ár var tiltakið fríggjadagin 22. november, og aftur í ár var undirtøkan stak góð. Nógv fólk, foreldur, skyldfólk, ommur og abbar og fyrrverandi næmingar komu framvið og væl kom burturúr.
Hetta átakið hevur øll árini snúð seg um barnahendur, sum baka, skapa og geva, har endamálið hevur verið at gleða onnur børn í Føroyum, og rætta teimum, sum hava tað trupult eina hjálpandi hond.
Gjørt varð av, at innkomni peningurin skuldi óskerdur fara til summarbarnalegurnar hjá Reyða Krossi í Føroyum.
Til morgunsangin fríggjadagin 6. desember varð peningurin áljóðandi 30.110,- kr. so handaður Bjørk B. Wiggins, virksemisleiðara hjá Reyða Krossi.
Á myndini síggja vit Elias og Lilju, næmingaráðsumboð fyri 9. fl., handa Bjørk kekkin. Ein stoltur skúlastjóri er eisini á myndini.