Í illveðrinum í gjár høvdu okkara ungu musikantar í "Ljóð í leiki" skipanini konsert fyri næmingunum í skúlanum. Musikantarnir í 1., 2. og 3. flokki spældu nøkur jólaløg og sungu eisini nakrar jólasangir.
Sigast má, at tað var hugtakandi at hoyra tey spæla á klarinett, floytu, saksofon, trompet og trombon.
Tað gekk alt avbera væl og túsund takk fyri løtuna.