Útiskúli í kava uppi á Lítlafjalli

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 20.11.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í vakra kavaveðrinum í dag fór 3. flokkur í útiskúla. Koyrt varð við bussi út á Norðasta horn og síðani til gongu út í hagan, sum í dag var kavaklæddur. Gott var at ganga og vit sóu eisini onkra haru. Gingið varð niðan móti Lítlafjalli og síðani á fløtuna sunnanfyri, sum er eyðkend við einum serstøkum klettalandslagi. Aftanfyri nakrar klettar funnu vit lívd fyri høgættini, kyndu bál og settu okkum at eta matpakkarnar. Meðan nøkur spældu í kavanum, hitaðu onnur fingrarnar við eldin. Ein avber løta í sólskini og góðum útsýni. 

Sum vant høvdu vit lurtiløtuna, har vit seta okkum væl til rættis, lata eyguni aftur og hugsavna okkum um at uppliva náttúruna við at nýta hinar fýra sansirnar.

So gekk leiðin heim aftur. Vit gingu omanav Lítla Fjalli og oman í Gráastein. Á vegnum bar til í fleiri førum at skreiða, bara við at seta seg niður, sera stuttligt :)

Fleiri myndir eru at síggja í leinkinum:

https://photos.app.goo.gl/euuKWaUrMDUWuC2K7