Altjóða læraradagur

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 05.10.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í DAG ER ALTJÓÐA LÆRARADAGUR. Vit undirvísa, so at næmingarnir búnast at taka ábyrgd av sær sjálvum, næstanum og heiminum. Lærarar hava stóra ábyrgd og eina týdningarmikla uppgávu. Vit mugu standa saman um, at børn og ung verða væl útbúgvin til komandi tíðir – her heima og kring heimin.
At verða undirvíst/ur av einum útbúnum lærara er treytin fyri dygdargóðari útbúgving.