Greið frá tínum yrki

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 04.10.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Aftur í ár vóru okkara næmingar í 8. fl. til kunningarátakið “Greið frá tínum yrki”, sum var í Reinsarínum, Miðlahúsinum, Perluni og í øðrum hølum hjá kommununi í Tórsgøtu og har um leiðir.

“Greið frá tínum yrki” er tiltak, har fólk frá handverksvinnuni og yrkislærd fortelja um sítt arbeiði, og hvussu tað er at vera í læru og seinni at arbeiða sum sveinur ella yrkislærd/-ur. Eisini verður greitt frá fjølbroyttu møguleikunum, ið útbúgvingin og starvið hevur givið teimum.

Eins og undanfarin ár eru tað Havnar Handverksmeistarafelag og Vinnuhúsið, saman við Yrkisdeplinum og Tórshavnar kommunu, ið standa fyri tiltakinum, sum hevur verið í nøkur ár, og er ætlað øllum 8. fl. í kommununi.

Fakini, ið vóru umboðað hesaferð vóru: bilmekanikari, kokkur, elektrikari, bakari/kondittari, húsasmiður, rørsmiður, urtagarðsfólk, málari, alari, reseptiónsfólk, krambúðarfólk, KT-útbúgving, hárfríðkan og skipasmiður.

Mikumorgunin 2. oktober um 10-tíðina møttu næmingar og lærarar í Reinsarínum til eina felags kunning. Síðani varð farið í bólkum í eitt av teimum sjey framløguhølunum, har tvey yrkislærd greiddu frá í ein hálvan tíma um sítt arbeiði, og hví tey høvdu valt júst hesa starvs-/yrkisleið. Tá framløgurnar vóru lidnar, skiftu bólkarnir høli og hoyrdu tvær aðrar framløgur.

Sostatt varð hvør næmingur kunnaður um fýra útbúgvingar og ikki um allar fjúrtan, ið vóru umboðaðar. Ætlanin er, at tá ið næmingarnir koma aftur í skúla, skulu teir vitanardeila við sínar floksfelagar, hvat teir hvør sær hava upplivað og hoyrt.

Eitt endamál við hesum kunningarátaki hjá vinnufeløgunum er, at skúlaungdómurin fær eina fatan av og kunnleika um, hvat tað vil siga at vera handverkari ella yrkislærd/-ur. Við framtíðini í huga er eitt annað mál sjálvandi at fáa enn fleiri næmingar at fara í læru og sostatt fylla stóra tørvin, sum samfelagið hevur á handverkarum og øðrum yrkislærdum, og at vísa á, at tað finst ein ørgrynna av spennandi og gevandi lærlingaútbúgvingum.

Stór tilgongd av lærlingum í 2023
Gongdin yvir nýggjar lærusáttmálar í 2023 vísir, at yrkisútbúgvingarnar framvegis eru høgt í metum ímillum ung og tilkomin fólk, sum skulu velja sær yrkisleið.

Í 2023 valdu 376 fólk at gera lærusáttmála við ein arbeiðsgevara fyri at fáa eitt sveinabræv ella eitt yrkisbræv og tað er yvir 57% av einum miðal føroyskum ungdómsárgangi, her tað í miðal hava verið fødd knapt 660 børn um árið seinastu 20 árini. Tey 376 fólkini, sum byrjaðu í læru í fjør, læra innan 44 ymiskar útbúgvingar.