3. flokkur útiskúla í báti

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 03.10.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fleiri myndir eru at síggja her:  3.fl. útiskúli

Hesa ferð var útiskúlin hjá 3. flokki eitt sindur øðrvísi, tí vit fóru í bát. Vit koyrdu við bussinum út á Landssjúkrahúsið og gingu oman í Álaker, har teinæringurin Royður liggur. Lagt varð frá landi og fyrsta løtan varð nýtt til at næmingarnir skuldu læra bátin og árina at kenna. So við og við varð betur komið á lagið, og vit róðu úr bátahylinum, fram við Sandagerðisnesi og inn í Sandagerð. Tað, sum var av vindi, uml. 6 m/s, var ímóti, so tað var eitt sindur tungt at rógva. Men vit komu fram, fóru í land, kyndu bál og ótu matpakkan har. 

Heim aftur høvdu vit undanvind. Á vegnum kastaðu vit akker og fóru at fiska. Og mín sann fingu vit ein fisk - hóast vit ikki fiskaðu leingi, tí at tíðin gekk undan. Á veg inn aftur í bátahylin órógvaði vindurin eitt sindur, tí at vit skuldu venda upp í ættina. Men tað spardi okkum væl av tíð, at nakrir hjálpsamir menn frá Mest bjóðaðu sær at toga okkum inn í bátahylin. 

Hóast vit komu væl seinkað aftur í skúlan, var semja um, at hetta hevði verið ein góður útiskúladagur.