Renninidagurin í Skúlanum við Løgmannabreyt gekk sera væl.
Byrjað varð við morgunsangi og upphiting. Síðani varð farið til stóra renniportalin, sum skúlin hevði lænt frá Bragdinum. Har skjeyt skúlastjórin, Høgni Joensen, renningina í gongd. Runnið var frá kl. 9.15 til kl. 10.30.
Myndir frá renningini eru at síggja í leinkinum: 2024 SVL rennidagur
Eftir renningina fingu næmingarnir renniskreytblað og kundu fara til pylsubarrina, har lærarar stóðu klárir at flýggja pylsur út.
Veðrið var av tí besta, bæði lýtt og stilt. Tó komu nakrir dropar, tá ið tað leið móti endanum, men tað bilti ikki.
Ein væl eydnaður rennidagur.