SVL Rennidagur 2024 - fríggjadagin 30. august

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 29.08.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Árligi rennidagurin hjá Skúlanum við Løgmannabreyt verður fríggjamorgunin 30. august.

Næmingarnir møta í skúlanum kl. 8 í renniklæðum. Kl. 8.30 er morgunsangur. Eftir morgunsangin verður hitað vit upp og síðani, umleið kl. 9.15, verður farið at renna.

Runnið verður fyrst omaneftir á gongubreytini fram við Løgmannabreyt, síðani á gongubreytini á ovaru síðu á Kirkjustræti yvir til Hoyvíkshøllina. Síðani niðan eftir á gøtuni í Dalinum langa niðan til Klingruna. Hagani á gongbreytini yvir til rundkoyringina og so oman eftir gongubreytini fram við Løgmannabreyt og í skúlan. Eina ferð runt er 2,7 km.

Runnið verður til uml. kl. 10.30, seinasta freist at byrja nýggja rundu er kl. 10.15

Tá ið næmingar eru lidnir at renna, fáa teir eitt renniskreytblað og so okkurt gott frá skúlanum.

Tá ið rennidagurin er liðugur uml. kl. 11.20 hava eldru næmingarnir frí, tey yngru fara í frítíðarskúla

Her eru myndir SVL rennidegnum 2023