Gonguferð og summarfrí

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 22.06.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Mánadagin 17. juni var allur skúlin gonguferð. Veðrið var ikki so galið, eitt sindur av vindi, eingin sól, men turt. Vit møttust við brandstøðina og fóru so hagani til gongu niðan í hagan. Vit gingu í gjøgnum Húsahagan niðan móti Húsareyni. Tá ið vit komu til gamla vegin, ið gongur niðan til vatnbyrgingina, gingu vit eftir honum, fram við urðini og so niðan til sjálvan vatnbrunnin. Síðani vendu vit oman aftur móti Villingardalsfossi, har vit ótu matpakkarnar og hugnaðu okkum. Eftir tað fóru gingu vit í skúlan.

Hetta var næstseinasti skúladagur og hetta var dagurin, tá ið prógvhandanin hjá 9. flokkunum skuldi fara fram. Týsdagin hugnaðu vit okkum í skúlanum við morgunsangi og stórari lissukapping millum flokkarnar. Kl. 11.20 fóru næmingarnir í summarfrí. 

Vit gleða okkum at síggja øll aftur mikudagin 14. august.