Minnist til bókina í summarfrítíðini

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 11.06.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Minnist til bókina í summarfrítíðini. Næmingarnir kunnu aftur í ár læna sær bøkur heim við í summarfrítíðini..... 
Summarfrítíðin byrjar longu í næstu viku. Á skúlabókasavninum eru túsundtals bøkur, sum næmingar og starvsfólk hava atgongd til og kunnu lána heim við. Lánstíðin er vanliga ein mánaður, men í summar er tíðin longd, so til til ber at lána bøkur uttan at fáa eina áminning um at lata inn.

Eggið til dømis børnunum til at taka lesingina við í spælið, tá tey fara í trampolinina, at lesa við lummalykt í tjaldinum ella at hava eina bók við á krabba- ella smákyktaveiðu".
M.a. soleiðis sigur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, í síni summarheilsan til skúlabørnini, sum í komandi viku fara í summarfrí.
At lesa í summarfrítíðini kann fyribyrgja, at børnini dragna í lesingini. Og so er tað jú bara deiligt at hava góðar stundir at lesa júst tað, tú elskar at lesa. Ikki minst at lesa saman. Nýtið tí summarfrítíðina til at leggja góðar lesivanar í børnini.