Skúlagongdin hjá 1. til 7. flokki steðgar

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 03.06.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Vegna støðuna, sum er komin í av verkfallinum, skal verða boðað frá, at

  • skúlagongdin í skúlanum hjá næmingum í 1. til 7. flokki steðgar, tá ið teir fara heim kl. 11.20 týsdagin 4. juni. Hetta er galdandi so leingi verkfall er.

  • lærararnir hjá flokkunum skipa fyri heimaundirvísing, boðað verður leypandi frá í vikuætlanini - umráðandi er tí at fylgja við á heimasíðuni. 

  • munnligu próvtøkurnar í 9. flokki verða hildnar sum ætlað - og somuleiðis royndirnar í 8. flokki.

Vinarliga 
Høgni Joensen, skúlastjóri