Anette Jahn vitjaði skúlan

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 22.09.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

Anette Jahn, ið er danskur rithøvundur og søgusigari (storyteller), hevur í vikuni havt læraraskeið á Námi og hevur eisini vitjað skúlar, har hon hevur fortalt/framført søguna “Balladen om skiftingen” , sum svenski rithøvundin Selma Lagerlöf (1858-1940) hevur skrivað.

Í Føroyum hava vit eisini sagnir um býtisbørn. Tað eru børn, sum tey fornisku leggja í vøgguna í staðin fyri mannabarn, ið tey taka við sær. Kendast er helst søgnin “Huldubarnið”, sum stendur í bókini “Sagnir og ævintýr” hjá Jakob Jakobsen.

Anette hevur áður havt áhugaverdar framførslur her í skúlanum og í morgun var hon aftur á vitjan við framførslu.