SVL Rennidagurin 2023

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 18.08.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

Árligi SVL rennidagurin var í dag.

Myndir eru at síggja her Rennidagurin 2023

Ofta hevur veðrið argað, tá ið rennidagar hava verið, men í dag var fínasta slag, hóast ikki so gott, sum veðurfrásøgnirnar høvdu boðað frá.

Eftir felags morgunsang og upphiting varð renningin skotin í gongd kl. 9.15 - og næmingarnir hildu avstað.

Við Hoyvíkshøllina, við kirkjugarðin og við Skúlan við Løgmannabreyt fingu næmingarnir ávíkavist reyðar, grønar og bláar strikur á armin sum prógv, at teir høvdu runnið eina rundu á 2,7 km. Eisini var bæði vatn og saft at fáa í skúlagarðinum.

Kl. 10.30 var renningin liðug, og tá høvdu fleiri næmingar runnið bæði 3 og 4 ferðir runt. 

So var eftir at skriva skreytbløð og at stilla seg í røðina at fáa pylsur. 

Eftir lagnum og prátinum at meta, hevði hetta verið ein góður renningardagur.