SVL móti SAF

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 07.05.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í morgun var dystur millum fótbóltsnæmingarnar í Skúlanum við Løgmannabreyt og Skúlan á Fløtum. Dysturin var á ovara vølli í Gundadali og spælt varð 2 ferðir 25 min. 

Liðini bæði vóru mannað við góðum leikarum, m.a. fleiri U-landsliðsleikarum. 

Javnt gekk á leingi, men í endanum á fyrra hálvleiki legði SAF seg fram um. Nakað inn í seinna hálvleik javnaði SVL og rómurin frá SVL áskoðarunum var øgiligur. Nú var háspenningur í luftini.

So fekk SAF tvey tøtt mál og alt tóktist at vera avgjørt. Men SVl megnaði at svara aftur og eina góða løta stóð 2-3. Í tíðini dómarin hevði lagt afturat fóru allir SVL leikararnir í álop, eisini málmaðurin og stórt trýst varð lagt á SAF málið. Men inn fór bólturin ikki. 

Og so hendi tað, sum so ofta hendir í slíkum støðum. Skotini duna í móti málinum, men so endar bólturin úti á miðjuni, her ein einsamallur áleypari bíðar. Og júst tað hendi og soleiðis kundi SAF áleyparin renna hálvuna einsamallur og trilla bóltin í tómt mál til 2-4, sum gjørdist endaliga støðan.

Samanumtikið var góður hýrur á bæði leikarum og áskoðarum, sum heilt týðiliga hugnaðu sær saman í góða veðrinum, sum var í morgun.

Vit ynskja vinnandi liðnum, SAF, hjartaliga til lukkku.

Ferðasteypið, sum spælt, spælt varð um í dag, fer at verða spælt um, til annar skúlin hevur vunnið tríggjar ferðir á rað - ella fimm ferðir til samans.