Pangea finalan

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 02.05.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Leygardagin var finalan í Støddfrøðikappingini Pangea 2024 hildin í Norðurlandahúsinum. 35 næmingar vóru í finaluni.

Skúlin við Løgmannabreyt átti 20% av finalistunum.

Kappingin byrjaði við undanumfari í januar á skúlunum runt landið, og 1462 næmingar frá 3. til 9. flokk vóru tilmeldað í ár. 70 teirra, t.e. 10 úr hvørjum floksstigi komu víðari til 2. umfar, sum varð hildið í Eysturskúlanum í mars mánaði. Tá vóru 12 næmingar úr Skúlanum við Løgmannabreyt.

Av hesum komu fimm luttakarar úr hvørjum floksstigi víðari til finaluna, sum varð hildin leygardagin. 

Spenningurin var stórur til finaluna, og luttakararnir hava ídnir roknað gamlar uppgávur sum venjing til finaluna. Tey allarflestu høvdu familju við, og eisini tey hjástøddu kundu royna uppgávurnar, ímeðan finalan var í gongd.

Í fleiri floksstigum var hørð kapping, og stigamunurin var lítil.

Landstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen helt røðu og handaði steypini til vinnararnar.

Vinnararnir vóru:

3. flokkur: Mattias Tavsen, Sørvágs Skúli

4. flokkur: Rani Dam, Sankta Frans Skúli

5. flokkur: Bjarni Bogason Enni, Skúlin við Løgmannabreyt - nr. 2 Andrew A. Olsen, Skúlin við Løgmannabreyt

6. flokkur: Lisa Rask Olsen, Skúlin á Argjahamri, nr. 2 Amalia D. Iversen, Skúlin við Løgmannabreyt

7. flokkur: Anita Næss, Skúlin við Løgmannabreyt

8. flokkur: Julian av Kák Reynstind, Eysturskúlin, nr. 2 Hóri Hansen, Skúlin við Løgmannabreyt, nr. 3 Silja Hovgaard, Skúlin við Løgmannabreyt. Heini Engskær, Skúlin við Løgmannabreyt var eisini við í finaluni. 

9. flokkur: Herbert Holm Johannesen, Skúlin á Fløtum.

Skúlin við Løgmannabreyt fekk 2 gull, 3 silvur og 1 bronsuheiðursmerki.

Vit eru altíð fegin og glað, tá ið tað gongur "okkara" næmingum væl.

Hjartaliga til lukku:)

 

Ætlanin er, at Pangea Støddfrøðikappingin verður aftur næsta ár, siga stigtakararnir.