FM finalan í skúlatalvi

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 02.05.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

FM-finalurnar í skúlatalvi vóru hildnar í Finsen í Havn týsdagin. Seks lið høvdu vunnið sær pláss í hvørjari finalukapping umvegis undankappingar á Toftum og í Skúlanum við Løgmannabreyt fyri páskir. Í alt 98 lið ella eini 700 næmingar tóku lut í undankappingunum.

Í finaluni fyri 5.-8. flokk var 1 lið frá Skúlanum við Løgmannabreyt, sum hevði vunnið seg í finulanua.

Dagurin gekk væl og vóru tað serliga 3 lið ið trokaðust um fremstu plássini. Tey vóru Eysturkommuna og Løgmannabreyt, sum høvdu vunnið hvør sína undankapping fyri páskir, og so tvífaldu føroyameistararnir av Skúlatrøð. Tá ið Eysturkommuna syfti báðar avbjóðararnar í teimum báðum fyrstu umførunum, tóktist kappingin vera avgjørd, men spenningurin birtist av nýggjum, tá ið eysturoyingar í triðja umfari máttu býta stigini við kollfirðingar. Síðsta umfar gjørdist ein gysari, har hálv og heil stig flugu yvir um borðini í tíðarneyðini, men endin var, at Eysturkommuna helt fast um oddasessin og vann kappingina við 22,5 stigum. Teimum á baki komu vit úr Løgmannabreyt við 21,5 stigum og síðan Skúlatrøð við 19,5 stigum.

Endaliga støðan:
1. Eysturkommuna – 22,5 stig
2. Løgmannabreyt – 21,5 stig
3. Skúlatrøð – 19,5 stig
4. Toftir – 11 stig
5. Kollafjørður 2 – 8 stig
6. Kollafjørður 1 – 7,5 stig

Á myndini síggja vit Petur, Silas, Andrias, Lukas, Hóra, Janus, Mannbjørn og Tummas. Teir ganga allir í 8. flokki á Løgmannabreyt.

Hjartaliga til lukku:)