Talvkapping fyri eldru flokkarnar

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 21.03.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fjórða og seinasta undankappingin á hesum sinni var í dag telvað í Skúlanum við Løgmannabreyt, har 32 lið úr 9 skúlum í suður-vestur økinum settu hvør øðrum stevnu.

Eftir fyrstu trý umførini var tað eitt lið, sum skilti seg úr rúgvuni við fullum stigatali, og tað var Løgmannabreyt 6. Hóast fremsti telvarin hjá heimaliðnum var burturstaddur í øðrum talvørindum, lat restin av manningini seg ikki darva og vann kappingina sannførandi við 26,5 stigum.
Spenningurin um næstu plássini var stórur, tí undan seinasta umfari vóru heili níggju lið, sum trokaðust um at vera millum trý tey fremstu. Tað vóru serliga Kollafjørður og Løgmannabreyt, sum lógu væl fyri í heiðursmerkjastríðnum, og merkisvert var, at hesir báðir skúlarnir møttu hvør øðrum bæði á borði 2 og 3 og 4 í seinasta umfarinum. Allir tríggir dystirnir vóru tættir, men tá samanum kom, royndust kollfirðingar drúgvari. Kollafjørður 1 fekk silvurmerkini við 20 stigum, meðan ikki færri enn tvey kollfjarðalið vóru jøvn á 3.-4. plássi við 19,5 stigum. Hvørki borðstig ella dystarstig kundu skilja Kollafjørð 2 og Kollafjørð 4, og tí mátti umdystur til. Hann vann Kollafjørður 2 við muninum 4-2. Kollafjørður tryggjaði sær sostatt tvey pláss í finalukappingini um ein mánaða.

Endaliga støðan:
1. Løgmannabreyt 6 (26,5 stig)
2. Kollafjørður 1 (20)
3. Kollafjørður 2 (19,5)
4. Kollafjørður 4 (19,5)
5. Løgmannabreyt 3 (19)
6. Løgmannabreyt 5 (18,5)
7. Eysturskúlin 1 (17,5)
8. Løgmannabreyt 7 (17,5)
...
Í alt 32 lið.