Skúlatalvkapping

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 20.03.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Nærum 200 børn sótu við talvborðini í senn, tá ið 3.-4. flokkar í suður-vestur økinum telvaðu undankapping við Løgmannabreyt í dag. 32 lið úr 8 skúlum tóku lut. Í alt vóru uml. 250 næmingar við.

Kappingin um fyrstaplássið kom at standa millum Spíran 1 og Hoyvík 2. Liðini fylgdust stavn um stavn gjøgnum kappingina og vunnu allar sínar dystir fyriuttan tann, sum tey spældu javnt sínamillum. Í síðsta umfari vóru sum vera man fleiri stig, sum kundu falla báðar vegir, og lærararnir gingu kykir millum borðini, men tá ið síðsti leikur var fluttur, vóru spírar eitt stig drúgvari enn hoyvíkingar. Spírin 1 fekk sostatt fyrstaplássið við 23,5 stigum, meðan Hoyvík 2 fekk annaðplássið við 22,5 stigum. Í kappingini um triðjaplássið lógu Sankta Frans, Løgmannabreyt og Skúlin á Fløtum øll framvið. Sankta Frans 5 hevði møtimikla uppgávu í síðsta umfari og var fyri teprum ósigri ímóti Spíranum 1, og so kundi Skúlin á Fløtum 4 við sigri ímóti Løgmannabreyt 5 tryggjað sær triðjaplássið við 21 stigum.
Endaliga støðan:
1. Spírin 1 (23,5 stig)
2. Hoyvík 2 (22,5)
3. Skúlin á Fløtum 4 (21)
4. Sankta Frans 5 (19,5)
5. Skúlin á Fløtum 2 (19,5)
6. Spírin 2 (19)
7. Løgmannabreyt 4 (18,5)
8. Løgmannabreyt 5 (18)
Løgmannabreyt 2 (17)
Løgmannabreyt 1 (15)
Løgmannabreyt 3 (14,5)
Løgmannabreyt 6 (14)
...
Í alt 32 lið