2023 0524 Gulin, Argjaskot Sólir
Hóast komið var langt út í mai mánaða var fitt av vindi av vestri millum 15 og 20 ms. So vit valdu at leggja leiðina út á Argjahamar og ganga í lívd oman á Rókina, sum er við Gulan og aliringarnar. Á vegnum tóku vit mynd í bóli, sum nú er mitt í einum øki, har nýggj útstykking verður gjørd. Spennandi verður at síggja, um bólið verður varðveitt.
Í húsatoftini niðri á rókini kyndu vit bál og ótu matpakkan. Síðani høvdu næmingarnir møguleika at ganga runt í økinum og kunna seg um tað. Síðani arbeiddu vit við spurningum um plantur og vøkstur. Og so sjálvandi sansaløtuna, har vit "sløkkja" eygnasansin og nýta hinar 4 sansirnar at lurta, lukta, kenna og smakka náttúruna.
Á veg heim gingu vit fram við Prædikastólinum og so niðan í Argjaskot, sum argjafólk fjaldu seg í, tá ið sjórænarar herjaðu.
Á vegnum tóku vit myndir at sóljum, summardáum og øðrum sum vit sóu á gonguleiðini. Vit komu eisini fram á eitt æðureiður við tveimum eggum í.
Ein góður útiskúladagur í sól, vindi og nøkur stutt æl komu rekandi, men tey vóru skjót fram við