2022 1130 Útiskúli Argjahamar, Gulin og Argjaskot
Vit fóru í bussin út á Argjahamar. Fóru til gongu suðureftir móti Sálarbótará og gingu oman á Rókina, har toftirnar av einum seyðahúsi eru. Við útsýni út á Gulan og aliringarnar ótu vit matpakkan og hitaðu okkum við bálið. Á leiðini gingu vit fram við Argjaskoti, hetta lítla gili, ið var nýtt at goyma seg fyri sjórænarum í fyrr í tíðini. Í dag vóru tað mánarnir sum vóru við.